Tíðindaskriv.
Ágangurin á nógv umtalaða reiðaríið í Vági.
Tað, sum skuldi vera ein sólskinssøga og veita nógv arbeiðspláss á einum øki, har stórur tørvur er á arbeiði, hevur verið ein jagstran. Menn høvdu visjónir, spentu seg út, og fóru í gongd við stórar íløgur, og nógv fólk fingu arbeiði.
Í sera langa tíð, serliga í árinum 2015, hevur Kringvarp Føroya koyrt eina herferð ímóti reíðarínum í Vági við nógvum pástandum og søgum, helst lýstum frá einari síðu. Men lítið og onki hevur verið at hoyrt frá reiðarínum.
Hví hevur almenningurin onki hoyrt frá reiðarínum, hóast pástandirnir og søgurnar - serliga frá Kringvarpi Føroya, eru so grovar, ágangandi og persónligar? Orð, sum ganga fram eru snýt, lygnir, ólóligur fiskiskapur, ólóglig sigling, ólógligur eginpeningur, blakaður út, skeivar endurgevingar, boykott, ósemjur við fakfeløg og annað.
Søgurnar eru so grovar, at helst eiga allir persónarnir í reiðarínum, at sita í fongsli.
Hvar eru hesir menn í løtuni? Er nakað sum helst í hesum søgum? Eru søgurnar frá KVF og ávísum fjølmiðlum so villleiðandi og skeivar, ella er talan um persónliga forfylging av reiðara og reiðaríi í Vági.
Reiðaríið vil við hesum lýsa søgurnar, taka eina søgu fyri og aðra eftir, fyri at varpa ljós á ágangin á reiðarí og persónar. Og hvørjar fylgir hevur hetta fingið fyri reiðaríið.
ENDURT??KA frá KVF
Tað sum einaferð skuldi verða ein sólskinssøga, var niðurtrýst, av ringastu jagstranini sum hevur verið í Føroya søgu, har reiðarin Alex N Vilhelm var skuldsettur fyri at snýtta, ólógliga sigling, ólógligan fiskisksp, ólógligan eginpening og annað.
Endurtakandi ágangurin frá KVF og SVF hevur sett síni spor, við nógvum søgum, skeivum endurgevingum. Nøkur tíðindi eru røtt, men tey eru um ósemjur, og ósemjur kunnu koma har tú hevur virksemi. ??ll hava rættin til at vera ósamd - serliga tá man veit, at man hevur fingið skeiv krøv ímóti sær. Kostnaðurin fyri reiðaríið hevur verið øgiligur.
Fyri eftirtíðina koma skeivar søgur um okkum at standa sum sannar, hetta vil eg ikki hava standandi. Sannleikin má fram, ongin hevur gleði av ósonnum søgum.
Hví fóru vit í gongd við hesa ætlan - Var ikki betri at vit onki gjørdu?
Heilt stutt vildu vit hava arbeiðspláss, og við eini góðari ætlan eydnaðist tað okkum at fáa íleggjarar at seta pening í ætlanir okkara.
Vit hava ikki haft stundir til at reka tíðindaflutning, men vit hava tó svarað uppá fleiri villeiðandi søgur, og nú er aftur høvi til at svara.
Ein kann siga, eftir alt sum er hent, um tað var tað vert, og at man ongantíð skuldi verið byrjaður. Men ein kann ikki geva upp og kasta frá sær, sjálvt um ein hevur stóra mótgongd.
Fakfeløgini.
Viðurskiftini og ósemjur við fakfeløgini eru ikki so einføld.
Vit virkaðu í fleiri fiskibólkum, fleiri sáttmálum, ymiskum prosent-avrokningum, ymiskir býtisliklar ímillum skipini, partrolaðu, trolaður við lemmum í samstarvi við aðrar skipabólkar og annað
Fiskiskapurin eftir makreli var rímuliga nýggjur, og har eru ymiskir lønarsatsir ímillum bólkarnir, fleiri reiðarí í samstarvi.
Reiðarí og manning vóru samdir í fastlønarskipan, tað kann man gera samb. sáttmálan við manningarfeløgini.
Vit byrjaðu við Grunnabarð, seinni keyptu vit fleiri skip, í 2014, og fleiri av hesum skipum vóru limir í fakfelagi, so har var onki at tosa um og ongin segði nakað.
Í fleiri førum var ikki neyðugt at gera nakað í samb. við fakfeløgini, tí skip sum Tórun K, Pumin K og Beinisvørð vóru í einum skipabólki har felagssáttmáli var gjørdur.
So var tað Asbjørn Senior, hesin kundi ikki gerast limur í Reiðarafelagnum, tí hendan bólkin vildi Reiðarafelagið ikki hava inn sum lim, so har skuldu vit sjálvir, sum nýggir, samráðast við fakfeløgini.
Mynstringarbann, Asbjørn Senior.
Vit høvdu ósemjur við fakfeløgini, og vildu hava sama sáttmála, sum onnur skip, sum fiska makrel - ikki betri og ikki verri. Og tað fingu vit eisini, og vit vóru alla tíðin klárir at skriva undir ein sáttmála við fakfeløgini. Eg meini, at ídnaðarskipini skrivaðu undir sáttmála beint frammanundan ??lavsøku, og tað gjørdu vit á ??lavsøku 2014.
Eg minnist væl tá eg kom inn í fundarhølið hjá Fiskimannafelagnum, eg haldi at har vóru 30 menn inni, og eg kom einsamallur. Men vit gjørdu eina avtalu á tí fundinum, at manningin á Asbjørn Senior skuldi fáa 17,5% í hýru sum nótaskip yvir 1.500 tons, hetta er nokk sami sáttmáli sum ídnaðarskipini skrivaðu undir frammanundan. Ein flutningsavtala var eisini skrivað undir við fakfeløgini.
??semjur við fakfeløg skulu og eiga í ein gerðarrætt at loysa hesi mál, og í ringasta føri í rættin, men ikki loysast ella øsast upp í einum tíðindamiðli.
Vit hava semjur við øll fakfeløgini í dag, og hava sagt at vit fara ikki undir lønaravtalur, uttan so at samráð er við fakfeløgini um hetta áðrenn. Og eru ivamál, so taka vit tey upp við fakfeløgini fyrst. Annars stendur í sáttmálanum, at tú hevur loyvi at gera eina fastlønaravtalu samb. § 31 í felagssáttmálanum. Onki stendur um at hetta skal avtalast frammanundan.
Nøkur av fakfeløgunum hava sagt, at teir fóru ov harðliga fram ímóti hesum nýstovnaða felag í Vági.
Asbjørn Senior og ósemjan við fakfeløgini - Lønarósemjan.
Vit og manningarfeløgini høvdu eina ósemju um lønir, hýruprosent og lønir av keyptum kvotum hjá Asbjørn Senior. Í tí sambandinum heita manningarfeløgini á fiskimenn um ikki at mynstra við reiðarínum har, Alex Vilhelm er reiðari.
Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, møtti í Sjónvarpssending í hesum sambandi, har kringarpsvertur refererar reiðaran Alex Vilhelm, fyri ikki at kenna til nakra ósemju við fakfeløgini, og sjálvandi sigur Annfinnur Garðalíð, at Alex Vilhelm lýgur.
Søgan er í stuttum tann, at eg greiddi Jón Brian Hvidtfeldt í telefonin frá, tá fakfeløg heita á fiskifólk um ikki at mynstra við skipunum hjá Alex Vilhelm. Eg segði JBH sum var, at eg kenni onki til at Pumin K, Beinisvørð, Tórun K og Grunnabarð, men talan var um Asbjørn Senior og ta ósemjuna kendi eg væl til, og har vóru vit ósamdir.
??semjan var ikki so einføld, at man kundi diskutera hana í KVF, hesum greiddi eg eisini JBH frá í telefonini.
??semjan
??semjan var í fleiri pørtum: ein var um hýruprosent, ein um løn, og ein um løn av keyptum kvotum.
Í samband við avtaluna, sum vit skrivaðu undir við fakfeløgini á ??lavsøku 2014 (áðrenn ósemjuna), so skuldu allar ósemjur takast upp í rættinum, ongin avtala er gjørt um nakað annað.
Manning á Beinsvørð bað fakfeløgini, um at taka teir út úr ósemjuni, tí teir høvdu onki við ósemjuna at gera.
Manningin á Tórun K, ringdi til fakfeløgini fyri at biða fakfeløgini um at taka teir úr ósemjuni, men teir fingu ikki samband, har var heldur ongin ósemja.
Pumin K hevði ongantíð verið í drift, so har var heldur ongin ósemja.
Grunnabarð hevði heldur onki við ósemjuna at gera.
??semjan var sum nevnt bert um ein bát, og hevði onki við onnur skip hjá samtakinum at gera. Peningaósemjan var sera lítil, tí manningin á AS hevði fingið fasta løn, so har var lítið og onki eftir at gjalda.
At journalisturin Uni Holm Johannesen, refererar JBH eftir telefonsamrøðu við Alex, og sigur við Annfinn Garðalíð, at Alex onki kenni til sakina, er ein beinleiðis lygn, men Annfinnur Garðalíð var ovfarin, tá journalisturin segði at Alex onki kendi til ósemjuna, tí eg kenni væl til Asbjørn Senior sakina, og talan var ikki um nakra aðra sak.
Í ósemjuni vildi Fiskimannafelagið hava 27% í hýru, men vit gjørdu semju á ??lavsøku 2014, við Fiskimannafelagið og hini fakfeløgini, at halda okkum til 17,5% áðrenn vit byrjaðu fiskiskap, tí ber ikki til at hækka løninina aftur, hesum kravi hevur Fiskimannafelagið síðani slept.
Í eini slíkari sak er púra greitt, hendan ósemjan var ov stór, og tá man hevur undirskriva semju um 17,5%, so kann man ikki gjalda 27%, sjálvt um stórur ágangur er frá pressuni, fakfeløgunum og fakfeløgum sum fóru í samhugaverkfall. Hesum málinum um prosentini fingu vit rætt í.
Manningin á Asbjørn Senior, hevði fasta løn, og fingu løn eftir at fiskiskapurin var steðgaður, so nú var talan var um lítla upphædd, sum var eftir at gjalda. Hetta sigur Jan Højgaard eisini í eini av tíðindasendingunum.
Olivar Debess (KVF-sending).
Olivar Debess slapp tann 10.07.2015, framat eini mikrofon hjá KVF, har hann greiddi frá, at hann ikki hevur fingið løn og at Alex snýtti hann, fyri kr. 100.000 - kr. 150.000, Olivar hevði verið hjá reiðarínum, og hevur ringt til reiðaran um løn.
Ein sak er ikki so einføld at greiða frá, men søgan er í stuttum tann, at vit høvdu avtalað eina fastlønarskipan, har manningin var tilknýtt reiðarínum 2-1, tvs. at arbeitt var í 20 dagar og frí í 10 dagar.
Men í fleiri førum, tá løn skuldi gjaldast út til Olivar, so kundi skiparin ikki vátta, at hann hevði verið til arbeiðis, skiparin kundi ikki finna Olivar.
Áðrenn lønin hjá Olivar steðgar, ringi eg fleiri ferði til Olivar, fyri at fáa hann við skipinum, men ongin svarar.
Skipið sigldi uttan Olivar, og tá man ikki møtir upp til arbeiðis, har annar maður er komin í hansara stað, so ber ikki til at løna 2 monnum fyri 1-manns arbeiði.
Eftirfylgjandi havi eg fingið at vita, at Olivar møtti ikki upp til kravt trygdarskeið, sum hann var teknaður til, tí møtti hann ikki til arbeiðis.
Annars hava vit eftirfylgjandi fingið rokning fyri trygdarskeiðið, sum Olivar tók aftaná (hann ikki møtti til arbeiðis) og hava eisini goldið tað fyri hann. Sjálvt um hann eigur at gjalda hetta sjálvur, tí hann hevur ikki verið í reiðarínum í 1 ár, sum er kravið fyri at reiðaríið betalir trygdarskeið fyri sínar sjómenn.
Um Olivar átti pening hjá reiðarínum, so skuldi hann eisini fingið peningin, hann kundi eisini fara til fakfeløgini og kravt pening frá reiðarínum, hetta um hann átti nakran pening hjá reiðarnínum, so fekk hann peningin.
Eg spurdi Fiskimannafelagið, um Olivar hevði lagt nakað krav inn til teir, men har var onki krav.
KVF kannaði ongantíð um hesi tíðindir vóru sonn, men sendi tey uttan at gera nakað forarbeiði, og ringdu ikki til okkum fyri at vátta tíðindini.
Allanvegin var sendingin um Olivar lýst frá einari síðu, og hetta er grundin til at eg eri farin í fjølmiðlarnir við søgunum, sum her eru lýstar frá okkaru síðu.
Asbjørn Senior fiskað ólógligt í Mauritania - Tikin upp á Fólkatingi.
Asbjørn Senior bleiv seldur til Belize, og frá Mauritania fekk skipið loyvi at fiska í 3 mánaðir frá 1. mai til 1. august í 2015. Fiskað var samb. fiskiloyvinum útskrivað til Asbjørn Senior úr Mauritania.
Tann 10. juli 2015 kom eitt bræv gjøgnum Løgmannsskrivstovuni, til reiðarí okkara, frá Saharawi Arab Democratic Republik í Vestsahara SADR í útlegd, har teir skriva at AS hevur fiskað ólógliga.Tíðindi hesum viðvíkjandi eru skeiv, men tey eru send uttan at sannleikin er eftirkannaður, um nakar er meldaður, skipið er tikið, ella um nakar er dømdur.
Søgan er, at talan er um ein loysingarstjórn SADR, hendan stjórnin roynir at vinna egin rættindir í Vestsahara, sum liggur ímillum Marokko og Mauritania. Marokko hertók økið í 1975, tá spaniólar tóku seg út úr økinum. Enn hevur Marokko ræði á hesum øki.
Snilt skrivað bræv.
Vit sóu støðuna soleiðis, at svara vit einum slíkum brævi, har vit vistu at vit ikki fiskaðu ólógliga, og har vit møguliga skuldu siga teimum, at vit góðkenna teirra bræv og krøv, ja so kundi svar okkara misskiljast, har vit kundu givið teimum rætt. Í skrivinum var ein óbeinleiðis váttan uppá, at vit skuldu góðkenna teir sum ein stat.
Eisini kundi man vænta, at vit ganga ímóti landinum, har vit fiskaðu, nemliga Mauritania, tí vit vistu jú ikki hvørja støðu Mauritania hevði til eitt slíkt bræv.
Vit vildu ikki blandast uppí eina politiska støðu hjá SADR, kundu ikki góðkenna skrivið, og kundu ikki avvísa skrivið. Tí var gjørt av at vit onki skuldu gera, vit fiskaðu ikki ólógliga. Og vit skuldu bert fiska í 3 mánaðir.
So komu vit í Fólkatingið.
Seinni bleiv hetta mál tikið upp í Fólkatinginum. Christian Juhl frá Einheitslistanum, tekur málið upp á Fólkatingi, har man mælir uttanríkismálaráðharranum at steðga Asbjørn Senior, tí Asbjørn Senior skuldi fiska ólógligt. Hann hugsar ikki um, hvørt tíðindini eru sonn ella ósonn. Uttanríkismálaráðharrin ger onki við málið.
Reiðaríið hevur sagt í tíðindaskeivi, at skipið fiskaði ikki ólógligt, og var ongantíð uttanfyri Mauritanskt fiskiøki. Hetta er eisini eftirkannað, annars hava myndugleikarnir í Belize og í Mauritania eftirlit á fylgisveini við fiskiøkinum, og ongantíð hava hesir sagt nakað um ólógligt fiskarí, og var tað so, fingu vit tað at vita beinanvegin, tí eftirlitið var sera gott hjá myndugleikunum.
Myndugleikarnir fylgdu so væl við skipunum har á leiðini, og søgdu, at skipið ikki mátti ella skuldi fara úr Mauritanskum sjóøki uttan loyvi frá teimum. Hesum helt skipið seg til, samstundis sum vaktarskip allatíðina vóru á staðnum samb. skipara okkara, skiparin hevur fleiri ferðir sagt, at hann ongantíð fiskaði ólógligt.
Tær 2 ferðir skipið sigldi út um fiskiøkið, var tá siglt var til Las Palmas á skipasmiðju í mai 2015 og tá AS sigldi heim til Hirtshals í August 2015.
Eftir enn einaferð, at kanna siglingarlinjuna hjá AS, so kann staðfestast, at skipið ongantíð hevur fiskað ólógliga, at alt eru leysir pástandir, sum ikki eru eftirkannaðir.
Asbjørn Senior kannaður og útlendskur eginpeningur.
Seinast í árinum 2015, gjørdu vit av at taka Asbjørn Senior heim at fiska svartkjaft, tí Fiskimálaráðið útskrivaði eina svartkjaftakvotu út uppá 100.000 tons, har øll sum høvdu fiskiloyvi og skip kundi fara til fiskiskap.
Tá vit komu heim við Asbjørn Senior, heittu vit á Fiskimálaráðið um at útskriva okkum okkara loyvi, men tá var nokta at skriva loyvið út, tí reiðaríið skuldi kannast fyri útlendskan eginpening.
Skeivu søgurnar spøkja aftur.
Eg ringdi til Fiskimálaráðið eftir at brævið var sent, um at fáa útskrivað fiskiloyvið til Asbjørn Senior. Sagt var at man ikki kann fáa eitt fiskiloyvi útskrivað í Føroyum, tá man hevur fiska ólógliga í Vestsahara frammanundan. Hesum hevur Fiskimálaráðið slept eftir at pástandurin er afturvístur.
Eg var noyddur at fara á vitjan hjá Fiskimálaráðnum, fyri at fáa ein fund um málið, men tað bar ikki til at fáa fund við Fiskimálaráðið. Sagt var at málið var undir kanning.
Vit fingu seinni svar frá Vørn at vit vóru góðkendir, men har var talan um ein skrivifeil í roknskapinum, skrivað var um at eitt veðlán, ið var skrivað sum eitt ábyrgdarlán í roknskapinum. Sagt var við Fiskimálaráðið og Vørn av advokati og grannskoðara okkara, at talan var um ein skrivifeil, Vørn góðkendi frágreiðing okkara, men Fiskimálaráðið góðkendi ikki okkara frágreiðing.
Tá roknskaparárið 2015 var liðugt, kundu vit rætta skrivifeilin í nýggja rokskapinum, longu uml. 6. januar var rokskapurin innlatin og góðkendur.
Tann 16. januar 2016 var reiðaríið góðkent fyri útlendskan eginpening, men tá var ov seint at fiska svartkjaft, tí fiskitíðin eftir svartkjafti var frá 1. oktober 2015 til 31. desember 2015.
Hendan "kanningin" hevur kosta reiðarínum sera nógvan pening í mistum inntøkum.
Vit høvdu tá fleiri skip sum ikki fiskaðu, og at tað besta skipið hjá okkum ikki kundi sleppa at fiska, vóru vit í eini støðu, sum vit ikki kundu liva við. Vit heittu á fleiri politikarar um at gera nakað við hetta, men ongin hjálp var at heinta. ??rslitið var at tilber ikki at hava skip, hava fiskiloyvi og ikki sleppa at fiska. Skipið var selt fyrr í ár.
??ll kunnu ímynda sær støðuna. Hetta er at líkna við at hava arbeiðspláss, men ikki sleppa til arbeiðis, og starvsfólkini sum eru sett, onga løn fáa í 3½ mánaða.
Tað er sera sera trupult at koma inn í fiskivinnuna í Føroyum, sjálvt um vit í Føroyum ynskja at fáa nýggjar aktørar í fiskivinnuna, er alt ov nógv mótstøða. Samfelagið má gera tað lættari hjá nýggjum aktørum at koma inní vinnuna.
Alex blakaður út á jólum av Fiskimálaráðnum.
Tá skip okkara Asbjørn Senior skuldi kannast í fleiri mánaðir av Fiskimálaráðnum, var sera trupult at seta seg heima og steðga eftir avgerðini. Eg var noyddur at fara inn á gólvið hjá Fiskimálaráðnum. Tí skip við fullari manning, steðgaði eftir at fara til fiskarí.
Uttan fiskiskap er ongin løn.
Eg bleiv ongantíð blakaður út úr Fiskimálaráðnum, tað var ikki neyðugt, tí politistøðin er í sama húsi, teir kundir bara farið eftir nøkrum politistum, og borið meg út, um tað var neyðugt.
Tann 23. desember 2015 var eg boðin til kaffi og køkur av Rógva Reinert aðalstjóra í Fiskimálaráðnum, eg haldi at tað sigur nokk. Tá vit vóru lidnir, ynsktu vit hvørjum øðrum gleðilig jól.
Lopranshólmur siglt ólógligt.
Lopranshólmur var seldur til Spanien fyrr í ár. Skipari, sum skuldi sigla skipið til Vigo í Spania, fekk boð um at alt skuldi vera í ordan, tí siglast skuldi ikki fyrr enn alt var í lagi.
Tá alt var ok, sigldi Lopranshólmur úr Føroyum.
Á leiðini til Spanien sigldi Lopranshólmur inn í Edinburg í Skotlandi, tí motorurin gekk heitur.
Tá skipið hevði ligið í Edinburg i nakrar dagar til umvælingar, sigur skiparin, at hann má fara heim av ávísum orsøkum. Hann fekk síðan ferðaseðil, fór heim, og annar skipari kom í hansara stað.
Skiparin, sum fór heim, meldar síðani skipið fyri at sigla ólógligt. Hetta er ósatt, tí alt var í lagi, og skipið hevðið øll loyvi, áðrenn siglt var úr Føroyum.
Í hesum føri vóru fjølmiðlarnir so at sær komnir, og kannaðu hjá Sjóvinnustýrinum, um hendan klagan var røtt. Sjóvinnustýrið segði at Lopranshólmur sigldi ikki ólógligt.
So sigast má at álopini koma úr øllum ættum, í hesum føri var pástandurin avvístur, við hjálp av myndugleikunum, og tað skulu teir hava takk fyri.
Asbjørn Senior - skuldi liggja í Vági í 1 mánaða fullur av makreli.
Sum tíðindini hava verið borin fram, hava journalistarnir fingið illgruna um sannleikan í tíðindunum um reiðarí okkara, tí ringdi Georg L. Petersen fyrr í ár til mín og spurdi, um nakað var í tíðindunum um, at Asbjørn Senior lá á Vági fullur av makreli.
Hetta avsannaði eg og segði, at skipið hevði ligið í ein mánað, og at tangarnir vóru fullur av vatni, tí var báturin so tungur.
Hesi tíðindini komi ongantíð í fjølmiðlarnir.
Sendingin hjá Jan Lamhauge um at fiskimálaráðharri útskrivaði loyvir.
Sendingin hjá Jan Lamhauge er eisini eitt dømi um tey skeivu tíðindini, sum KVF sendir, har teir pástanda, at ávísir politikarar hava útskrivað fiskiloyvi/royndarloyvi til okkum, men tá sendingin var liðug framleitt og send, so var tað skeivi politikari, sum SVF hevði borið tíðindini um.
Áðrenn sendingina við Jan Lamhauge, høvdu vit, eg og Jan Lamhauge, eitt prát, um hvat sendingin snúi seg um. Tá upptøkan byrjaði, so komu nýggjir spurningar inn í myndina, so sum; um eg var í familju við Jacob Vestergaard?. Eg greiddi frá sum sendingin vísir, men tað sum eg ikki visti var, at Jan Lamhauge og Jacob Vestergaard eru í familju.
Sendingin gekk nokk út uppá at siga at Fiskimálaráðharrin (Jacob Vestergaard) skrivaði royndarloyvi út til familju og kenningar, men tað var ikki rætt. SVF fann nú útav, at tað ikki var Jacob Vestergaard, sum skrivaði royndarloyvið út, men at tað var Johan Dahl. So broyttu teir bara innihaldi í sendingini - eg minnist ikki aftur, um tann rættaða sendingin var send av nýggjum við rættingunum.
Hví hevur reiðaríið ikki svara aftur uppá søgurnar frá KVF.
Tá SVF legði skeiv orð í munnin á Annfinnur Garðalíð, ringdi eg til Jón Brian Hvidtfeldt, fyri at siga honum, at hann hevur endurgivið meg skeivt, tá tók hesin ikki telefonina.
Eg kenni onki til, at JBH hevur ikki ringt til mín síðani.
Jan Lamhauge hevur ringt til mín síðan, men hann tori eg ikki at tosa við, tí eg veit ikki um hann endurgevur meg rætt.
Vit hava skrivað í aðrar portalar, har vit hava greitt frá søgunum og rætta tær, men trupult er at fáa sannleikan fram, tá skeivu søgurnar ímóti okkum fáa eina viku til 14 dagar í KVF í bestu senditíð.
Tíðindi ella undirhald.
Ikki er rætt, at tey sum royna at skapa virksemi í Føroyum skulu forfylgjast, og nýtast til undirhald. Ikki veit eg hví man er so ágangandi ímóti vinnulívsfólkum ella nýstovnaðum virki á bygd, sum hevur til endamál at vinna arbeiðspláss.
Uttan íverksetarar var onki virksemi í Føroyum.
Søgan frá Olivar Debess stendur enn á netinum, har hann sigur at Alex hevur snýtt seg, og tað er rætt og slætt ein lygn.
Søgurnar sum eru ósannar annars eru:
· ??lógligt fiskarí.
· ??lóglig sigling.
· ??lógligur eginpeningur.
Slett onki hald er í hesum søgum.
Uttan at hava kannað fjølmiðlar nærri so eiga hesir at halda seg til ein etiskan politik, bera sonn tíðindi, kanna tilfarið fyri sannindir.
Niðurstøða.
Tað hevur verið sera nógvur ágangur á reiðaríið frá sera nógvum pørtum. Hetta órógvar okkum sera nógv, vit føla at søgurnar liva enn. Skeivar søgur á netinum eiga at strikast.
Vit hava ikki gjørt nakað ólógligt, og tí er onki sakarmál hesum viðvíkjandi, men var nakað ólógligt framt, so var eitt sakarmál.
??semjur skulu ikki loysast í KVF, men í millum partarnar. ??ll hava rættindir - eisini vit.
Tann einasti, partur sum hevur fingið pening úr reiðarínum, er tað almenna, har hava vit goldið uml. 18 mio. í tilfeingisgjaldi tey seinastu árini. Og goldið uml. 24 mio. í lønum tey seinastu 3 árini.
Reiðaríði hevur havt stórt hall seinastu tíðina, serliga av omanfyri nevndum grundum.
Vit ætla og ynskja at fáa arbeiðspláss, tí støðan í Suðuroyar sunnaru helvt er sera vánalig og fólkatalið minkar. Vit mugu sjálvir gera og skapa livilíkindir her.
Nýggir aktørar.
Ágangurin er óskiljandi, og vit høvdu væntað at fáa stuðul frá øllum hesum pørtum fyri at uppbyggja nakað í Suðuroy.
Um allur hesin ágangur skuldi vera ímóti okkum, so var kanska best at alt var ógjørt, hinvegin gera ongin nakað, so steðgar alt virksemið upp. Ágangurin hevur skatt okkum í tann mun, at vit hava mist fleiri sera góðar avtalur, misálit verður sátt á okkum, sum er til skaða fyri kommunur, land, manningar við familjum og eigari, - og øll missa pening.
Uml. 40 arbeiðspláss eru mist.
Gjørd var ein sera góð 10-ára avtala við samstarvspartnara fyri okkum og manningina, men hon fór fyri bakka, av øllum hesum tíðindunum/ágangi.
Tað sær út fyri mær sum, at um Vágbingar selja skip av fjørðinum, so er tað skeivt, men keypa teir skip inn á fjørðin, ja so er tað eisini skeivt.
Vinarligar heilsanir
Reiðaríið í Vági
Alex. N. Vilhelm
Vágsvegur 105
900 Vágur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald