Politikkur

Afturvendandi avbjóðingarnar mugu loysast

...

2021-10-17 12:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er neyðugt at loysa tær afturvendandi avbjóðingarnar í okkara samvinnu við Ísland. Tað var greiði boðskapurin hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, á fundi við Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharra, í Íslandi.

???Síðani Hoyvíkssáttmálin varð settur í gildi í 2006, hava verið atfinningarsamar røddir í Føroyum. Vit hava seinastu 15 árini havt nógv ymisk mál, ið vit hava strongt á fyri fáa avgreidd. Um vit vilja styrkja samvinnuna millum Føroyar og Ísland, er tað er avgerandi, at vit loysa tær avbjóðingar, ið støðugt stinga seg upp, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Á fundunum við íslendska forsætisráðharran varð nýggja íslendska frágreiðingin um viðurskiftini við Føroyar umrødd. Frágreiðingin kann vera við til at betra um samvinnuna millum londini. Løgmaður heldur tað eru møguleikar fyri einum styrktum samstarvi við Ísland ??? ikki minst innan alivinnu og ferðavinnu.

???Føroyar og Ísland eru brøðratjóðir. Okkara lívstreytir í norðurhøvum líkjast nógv, og tí er upplagt, at vit samstarva meira. Eg haldi til dømis, at íslendingar kunnu læra nógv av okkara dugnaligu alivinnu, meðan føroyska ferðavinnan eisini kann læra nakað av royndunum hjá Íslandi???, heldur løgmaður.

Umframt fundin við íslendska forsætisráðharran, skifti løgmaður eisini orð við Guðlaugur ??ór ??órðarson, uttanríkisráðharra, um viðurskiftini millum Føroyar og Ísland

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder