Eg havi ætla mær at svarað Sonju J. Jógvansdóttir í eina tíð, tí hesin langi listin av ákærum hon kemur við í Norðlýsinum hin 17. juli, er als ikki á nakran hátt í tráð við veruleikan.
Lesarabræv hennara er at lesa her: http://www.nordlysid.fo/midflokkurin+er+dumpadur.html
??frættakent.
Tað var ikki sørt ófrættakent, at lesa tær ákærur, ið Sonja hevur blakað eftir Miðflokkinum. Men onki er Miðflokkurin dumpaður á nøkrum øki, og hann hevur onki at skammast við.
At Sonja metur samkynd standa fyri skotum, er burturvið. Miðflokkurin stendur einans á býmúrunum og verjir borg, og er ikki áloypandi parturin. Áloypandi parturin eru konsonantarnir (LGBT) og viðhaldsfólk teirra. Tað er onki minni enn óerligt, at leggja eftir teimum ið verja borg, við tilsipanum til at lopið verður á. Tá kann Sonja jú átakað sær offurrolluna samstundis, og tað er óiva eisini ætlanin við tí heila. Tað mest fantastiska er, at hon samstundis metir seg vera tolsama, hóast hon ikki orkar tankan um, at sera mong ikki takað undir við henni.
Sonja vil vera við, at sjónarmiðini hjá Miðflokkinum eru miðaldarlig, og at flokkurin rennur undan veruleikanum. Hvat summi menniskju ynskja at gera, er fyri tey ein veruleiki, men tað gerist ikki veruleikin hjá øllum. Harafturat er hettar at kallað sera nógvar føroyingar fyri miðaldarligar, og har er skjótt at takað munnin ov fullan.
Tað er ikki, og verður ongantíð, miðaldarligt at byggja á tryggan grundvøll, og ásannað at best er at byggja land á Orð Guds.
Uppáhald.
At "fleiri fólk, seinastu 4 árini, eru vorðin fátækari, at heilsuverkið er í andaleypi, at barnafátækradømi gerst verri, at munurin á fólki veksur og at peningur verður stolin frá framtíðar ættarliðum", eru sterk orð, men eru einans tað. Hettar er persónlig meining, og eigur ikki at vera sett framm sum eitt slag av staðfesting frá Sonju.
Ongantíð áður hevur staðið so væl til á flestu økjum, sum júst nú. Men vit viðurkenna, at komið er ikki á mál enn.
Miðflokkurin hevur harafturat verið við til at stýrt við hepnari hond.
Høgrapolitikkur og vinstrapolitikkur finst innan Miðflokkin. Tí er talan um ein "Mið"flokk, og Miðflokkurin førir ein politikk ið er í samsvar við tað, ið vit siga okkum umboða.
Har ið allir innan flokkin eru samdir, er talan um bleyt virðir (hjúnarbandið, fosturtøku, Ísrael, børn, Kristna siðvenju, misnýtslu av rúsevnum og rúsdrekka o.s.fr.).
Miðflokkurin er við til at skapað einar tryggar Føroyar, og ynskir at verja hjúnarlagið, ið er ein av størstu hornasteinunum undir okkara vælferðarsamfelag.
Endurtøka.
Sonja sigur:
"Samkynd og fosturtøkur skulu nú á dagsskránna, so vit kunnu gloyma, at fleiri fólk eru vorðin fátækari, at vit hava eitt heilsuverk, sum ekur á knøunum, at skattalætti varð latin til tey, sum frammanundan høvdu nóg mikið, at munurin millum rík og fátøk veksur, og at Miðflokkurin hevur gingið á odda við at ræna pening frá framtíðar ættarliðum við pensjónsuppskotinum, sum Miðflokkurin var við til at atkvøða ígjøgnum."
Her verður sami retorikkur nýttur, so at lesarin kann fáa tað fatan, at talan er um eina staðfesting at hesum.
Til ber at geva ein javnan skattalætta í %, til allar virknar hendur, Sonja. Ein javnur skattalætti í krónum og oyrum letur seg einfaldliga ikki gera. Tey há og miðalløntu í Føroyum gjalda enn stóran part, og bera tunga byrðu eins og áður - bæði við at gjalda av eini størri upphædd, men eisini við progressivitetinum í "flat"skattaskipanini. Men Miðflokkurin hevur sum hjartamál, at ongin skal líða nakra neyð í Føroyum, og vit hugsa altíð um tey veiku í fantastiska samfelagið okkara. Hygg inná www.midflokkurin.fo, og sí tey lógaruppskot, ið Miðflokkurin hevur lagt framm seinastu mongu árini.
Og nei, Miðflokkurin rennur ikki undan nakrari ábyrgd. Talan er um 4 ára politiskt dugnasemi, ið vísast kann á.
Offurrollan/LGBT.
Sonja heldur á við hesum:
"hvat er tí hentari enn at skjóta eftir samkyndum og LGBT Føroyum, og fyri at seta fulla skrúðu á verður fosturtøka eisini drigin framm sum valagn."
Sum nummar eitt, draga vit ikki LGBT framm. LGBT promoverar seg sjálvt. Vit verja einans borg, tá lopið verður á. Hettar er lyftið okkara til veljaran. Sostætt eru tit ikki nøkur skotskiva hjá Miðflokkinum. Tit leggja harafturímóti eftir Miðflokkinum og veljaraskara flokksins.
Sum nummar tvey, hava vit ikki júst drigið málið um fosturtøku framm. Tað hevur verið permanent frammi í flokki okkara, síðani flokkurin var stovnaður, og verður tað eisini í framtíðini, so leingi tørvur er á tí.
Harafturat er ikki talan um valagn, men áhaldandi politikk Miðflokksins.
Eg kundi hugsa mær at vita hvørji brotin lyfti og hvat politiskt ódugnasemi, Sonja sipar til. Tí um talan er um svaduna í erva, so er ikki nokk at hava eina meining um at so er - okkurt ítøkiligt má hon hava. Og tað má eisini kunna vísa seg at vera Miðflokkurin eittans, ið so hevur svikið, tí lesarabrævið er bert adresserað til okkum, og ikki til nakran annan samgonguflokk. Kann Sonja vísa á nakað slíkt dømi?
Fosturtøka.
Sonja sigur:
"Heldur enn at flyta fokus á fosturtøkur, skuldi Miðflokkurin roynt at tikið sær av teimum mongu livandi fátøku børnunum í Føroyum."
Tú mást skilja hettar, Sonja - tey ið vera dripin í móðurlívið, ERU livandi áðrenn tey fara undir læknahond. Hettar eru tey fátækastu livandi, ið land okkara eigur.
Hettar, at hugsa einans um føddu smábørnini, er sum at standa yvir kjøtgrýtunum í galluni, meðan fleiri av teimum ið skulu mettast liggja uttanborða og eru um at drukna.
Ein skal ikki gloyma fátøk, Sonja, men ein verður fyrst noyddur til at leypa út á dekkið, fyri at fiska tey neyðstøddu upp úr sjónum. Ein raðfestur ikki at servera mat fyri teimum umborð, fyrrenn ein hevur fingið bjarga teimum, ið lógu uttanborða. Hettar eigur at vera einfalt at skilja.
At berjast fyri at hitt ófødda skal fáa rættin til lívið, er at royna at bjarga einum mannalívið....ja, enntá fleiri ættarliðum, um ein hugsar eitt sindur framm. Hettar má vera raðfest fyrst.
At bøta um vælferðina hjá teimum, ið longu fingu rættin til lívið, má eisini raðfestast, men ikki fyrst. Rætturin til lívið er sjálvandi fyrstur.
Minst til at onki er so arvaligt, sum hettar. Um foreldur tíni ikki fáa sær børn, so fær tú ongi børn sjálv. Tað er veruliga so einfalt.
Djúptøknar avleiðingar fyri eitt barn, sum livir í fátækradømi, er sanniliga nakað, ið Miðflokkurin leggur í. Men størsta fátækradømi er tað at lívið sjálvt verður tikið, áðrenn føðing.
Les m.a. hesa grein: http://www.midflokkurin.fo/2013/04/16/vit-faa-ikki-frid-i-heiminum-fyrrenn-vit-faa-frid-i-modurlivinum/
Frástøða.
Afturat hesum vónar tú, at allir andstøðuflokkar fara at taka frástøðu frá politikki Miðflokksins. Hettar endurtók tú eisini við útsøgn tíni, nú tú alment boðaði frá uppstilling. Tú sigur at tú ikki ætlar tær í samgongu við Miðflokkin.
Hettar er vorðið sum útsøgn og stevnuskrá. Ein slíkur hugburður byggir múrar longu áðrenn tingingar.
Miðflokkurin er opin fyri tingingum eftir valið, og fer ikki at boykotta nakran flokk frammanundan, eins og Sonja ger.
Kontra til orðini, um at takað frástøðu, vil eg inniliga heita á øll um at velja Miðflokkin til hettar valið. Hettar er valið, har ið LGBT og viðhaldsfólk teirra fara at royna at trumfa lógarbroytingar ígjøgnum. Hettar er lagnuvalið undan komandi debatt um ættleiðing.
Veljið ein sterkan Miðflokk inn á ting, og hvíl í tí, at tað m.a. verður arbeitt ímóti lógarbroytingum til hjúnarbandslógina.
Sera neiligt.
Tað má viðmerkjast at orð tíni mótvegis Miðflokkinum eru sera neilig. Tú vil geva okkum skyldina fyri alt, og ynskir óiva at lasta okkum fyri enn meir. Einans 2 tinglimir millum 33 hava ífylgi tær skyldina í nærum øllum. Kanska illveðrið í vár, stríðið í Sýrialandi, tekning/projektering av Karlamagnusarbreyt og hungursneyðin í Bangladesh verður tilskrivað okkum seinni?
Tú endar við at siga, at tað bara er ein spurningur um tíð, til tað eisini fer at bera til hjá tykkum at giftast borgarliga. Skal ein hyggja at grannalondum, so sæst at ein tílíkur endi er møguligur. Men hann verður ikki uttan ávaring og mótstøðu. At máða støðið undan hjúnarlagnum, er ein ræðulig søk at brenna fyri. At berjast fyri at týna hinum ófødda er tað við.
Miðflokkurin fer í staðin at stríða hitt góða stríðið, har hitt ófødda skal verjast best møguligt, og har hjúnarbandslógin fær frið.
Jú gamaní, ein gerist tá líka væl avhildin sum fleskasteikin í Sýnagoguni, men longur menniskju eru gingin frá sannleikanum, jú meir vera vit hataði ið enn tala hann.
Sera jaligt.
Ver vælkomin á mína politisku Facebook síðu, via hesa leinkju:
- Vilhelm Hendrik í Skálanum - valevni Miðflokksins.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald