Politikkur

Aftursvar til Sjúrða Skaale

...

2015-06-12 20:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sjúrður Skaale og sannleikin

Sjúrður Skaale var tingmaður fyri Tjóðveldi, tá vit í 2010 fóru burturúr gomlu strandalandaavtaluni og setti okkum størri makrelkvotu, so hann kennir støðuna hjá flokkunum, serliga Javnaðarflokkinum, tá tilgongdin byrjaði.

Eg kann endurtaka tað einaferð afturat. Føroysku fólkatingsumboðini høvdu ongan, als ongan, leiklut í tilgongdini fram til Grakarismessu 2014, tá Føroyar gjørdi semju við gomlu strandalondini, ES og Noreg, um býtið av makrelinum.

Í 2013 vóru vit vitni til, at stórveldið ES setti handilsbann í verk ímóti Føroyum, tí vit í 2013 fóru burturúr strandalandaavtaluni um sild, og ásettu okkum størri sildakvotu.

Tað er rætt, sum Sjúrður Skaale sigur, at støðan hjá Danmark onga ávirkan hevði á støðutakanina hjá ES.

Hóast tað, roynir Sjúrður Skaale at sláa tað stórt upp, at Danmark atkvøddi ímóti handilsbanninum. Veruleikin er, at tað onga ávirkan hevði.

Handilsbannið bleiv sett í verk. Meðan Sjúrður Skaale var avgerandi atkvøðan hjá donsku stjórnini, setti Danmark, sum vit eru í ríkisfelagsskapi við, handilsbann ímóti Føroyum.

Landsstýrið, við løgmanni á odda, helt tað vera eina sjálvfylgju, at Føroyar slapp at royna ólógligu tiltøkini frá ES við altjóða dómstólar.

At hetta kanska ikki er ein sjálvfylgja, sum Sjúrður Skaale vil vera við, er eitt sera álvarsamt mál fyri Føroyar.

Vit kunnu ímynda okkum støðuna í ríkisfelagsskapinum, um Danmark hevði noktað Føroyum at leggja málið um handilsbannið fyri Havrættardómstólin og WTO.

Hvørja ávirkan sakarmálini høvdu á strandalondini, soleiðis at at semja fekst í lag um makrelbýtið, má Sjúrður Skaale útgreina betur, tí teirri ávirkanina kenni eg ikki.

Høvuðsorsøkin til at handilsbannið var tikið burtur var, at vit á Grakarismessu 2014 gjørdu semju um makrelbýtið, og tí at ES sá, at handilsbannið onga ávirkan hevði á støðuna hjá Føroyum.

Sjúrður Skaale hevur dugað væl at greitt dønum frá okkara støðu í makrel- og sildamálinum, bæði tá hann hevur luttikið í donskum sjónvarpssendingum og í orðaskiftum í Fólkatinginum.

Hetta hevur verið ein náttúrligur leiklutur hjá Sjúrða Skaale, sum føroyskur fólkatingslimur, og tað hevur verið gott. Eg havi havt eitt gott samskiftið við Sjúrða Skaale og tað sum Sjúrður Skaale hevur ført fram, hevur verið í tráð við føroysku støðutakanina.

At billa fólki inn, at tað hevur havt nakra ávirkan á, at málini blivu loyst, er beinleiðis skeivt, og hevur verið við til at grugga málið.

Mín luttøka í donsku sjónvarpssendingini Deadline á DR2, í august 2013, var fyri at kunna danir um føroysku sjónarmiðini, og hevði líka lítið við samráðingarnar at gera, sum leikluturin hjá Sjúrða Skaale.

Jacob Vestergaard

valevni Fólkafloksins til Fólkatingsvalið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder