Aftursvar til Heðin Mortensen í Dagur í Viku, týsdagin 2.nov 021, viðvíkjandi hansara ætlanir um nýsluna av kajøkinum á Signabø/Oyrareingjum
??hugnaligt at síggja og hoyra borgarstjóran í Havn, Heðin Mortensen, greiða frá sínum framtíðarætlanum viðvíkjandi havnaøki á Signabø/Oyrareingjum.
Tað sýnist sum hesin populistiski (nærmiljøhugsandi) borgarstjóin, sum ein ??? á miðlunum ???júst hevur sæð stæðið við spakanum og grivið fyrsta holi til enn fleiri vindmyllur í Havn, samtíðis sum hann , í hesum, rósar sæt sjálvum fyri hetta sítt miljøverdar tiltak, sannilga vísir sítt mótsætta andlit víðvíkjandi sínar ætlanir fyri havnina á Signabø/Oyrareingjum.
Ja, á irrationellan hátt og við vind í seglunum frá einum fleiriluta í býráðnum, sýnist tað sum alt ber til hjá sama borgarstjóra. Ikki so frætt sum at órógvast av síni egnu óvitan ella blunka við eygunum, tá spurt verður inn til hansara kennskap til tað útlendska virkið, sum ætlanin er at innplantera á kajøkinum (bygnaður til pakningar fyri allan russiska fiskiflótan), sýntist at ávirka hann á nakran hátt.
Nei, hann sigur seg als einki at vita um hetta firma, sum hann enntá hevur gjørt ein 25 ára sáttmála við, og skal undirskrivast um fáar dagar. Og so sanniliga heldur ikki hvørjar avleiðingar henda avtala vil fáa fyri íbúgvanar á staðnum. Men sigur seg forstanda, at borgarnar føla seg ótryggan.
Størri óansvarligheit og dupultmoralur (eisini sæð í ljósinum til tað grøna átakið sum fyrr er nevnt), sum hann lýsir í samtaluni við týðindakvinnuna, skal ein leita leingi eftir.
Og víðari upplýsir hann, at tað bert vera 12 skip um árið, sum fara at finna leiðina fram við hesum pakningum. Tað sýnist sum hansara verkætlan, grunda av hansara óansvariligheit, steðgar upp her!
At hetta kemur at vera ein høvuðsmiðstøð fyri allan russiskan og útlendska fiskifllótan, har risastóru skipinini koma og heinta pakningar frá ??? sum Trina Eysturoy, forkvinna í Heimfriðið,viðmælur ??? sýnist hann ikki at gera sær nakran fær um. Mølmar, haraftur ímóti, okkurt um lastbilar sum skulu koyra pakningar til onnur skip, sum liggja aðra staðni við kaj. Nakað sum heldur ikki virkar gjøgnumtonkt av honum.
Hansara tosan um krøv um ásett mark fyri larm, sýnist sum reinur lótur og symbolpolitikkur at hoyra til fyri fólk á staðnum. Tí tað vita vit av sonnum royndum, at har er als eingin lempan at síggja ella hoyra hesum viðvíkjandi.
Og víðari er at siga í hesum, at tá øll hesi risastóru russiskku skipini vera givin loyvi at blíva fóðraði við pakningum, sum skal leggjast innum kajkantin og húsið sum ætlanin er skal byggjast til sama endamál, so slepst ikki undan, at ikki bert fólk á Signabø/Oyrareingjum blíva órógvaði av hesum , men helst eisini restin av bygdini við.
At ljóðkanningar, sum hann ber á mál ???fyri okkum sum íbúgvar- bert er symbolpoitikkur, tá sama havnakontór, sum borgarstórin stýrir fyri, tí ikki kanna standa sín roynd, er ein kendur sannleikið í hesum samanhanginum. Fólk blíva órógvaði ferð eftir ferð av ljóðdálking o.a. frá hesum somu russisku og útlendsku skipum.
Borgarstjórin stútar soleiðis fram í sínum valdi og hetta á ein ómenniskaligan hátt í sínum ávitan við ikki at sýna nakran kennskap til tað grummu støðu vit eru við at havna í! Og tá eingin politisk mótstøða er at síggja í hesum málið, gevst honum fríðar hendur at troyngja seg fram við hesum sínum áhugamálið. Og hetta til stóran ampa fyri fólk her á staðnum.
Ein hevur tí hug at spyrja, hvørjar juridiskar ella politiskar møguleikar eru at taka til, sum megna at lyfta okkum burtur úr hesi vanlukkustøðu vit eru havnaði í. Kanska landssýrisismenn sum heild við løgmanni á odda, sum ein skuldi trúð eisini eru varðar at omanfyri nevnda málið, og tí eisini heftir at ábyrgd!?
Vit eru eisini samfundsborgarar eins væl ið tey í Havn, sum borgarstjórin haraftur ímóti sýnist at vera ógvuliga viðbrekin yvirfyri (Hetta viðvíkjandi lastbilar sum ikki máttu órógva náttarsvønin hjá fólkið í Havn).
Staðfestast kann -fyri okkara viðkomandi á Signabø/Oyrareingjum - at her hava vit við ein borgarstjóra at gera, sum fyri egna virðing og prestigu og uttan umtanka og fyrivarni, harðrentur setur í verk eina ætlan , sum er stýrt av egna áhugamálum. Og tá hann heldur ikki hugsar um tær avleiðingar hetta fær, hugsar hann ikki um tað góða fyri borgaran, sum eitt demokrati annars er bygt uppá.
Tá eitt samtykt býráð við Heðin Mortensen á odda, soleiðis á einarættis hátt, hevur sett so í gildið, at borgarar ??? út frá tí eg havi nevnt omanfyri ??? missa sítt livifrælsið her á Signabø/Oyrareinjum og í firðinum annars, og soleiðis á Føroya landi, er hetta eisini fest av, at eingin politiskur instansur vísir nakran vilja til at forða fyri tí vanlagnu vit sum borgarar eru endaði í.
Í hesum føri vekur hetta ??? í mínum hugaheimið ??? associatiónir (hugsunarsamband) til eitt einaræðisveldið frá 17øld í Føroyum. Slætt og rætt eina Gabel-tíð, har fólk uppá nógvar mátar endaðu í gapistokkinum. (Væl viðgjørt av W. Heinesen í romanini Det gode Håb) Har prósturin Lucas Debes , undir trongum viðurskiftum og uppá Landsins Besta, í síni roynd at betra um korini hjá føroynginum, fór til Danmarkar, at bera klagu fram fyri kongi um ymiskan órætt føroyingar vóru fyri.
Um ikki landstýrismenn og somuleiðis varðar at hesum havnaøkismálið á Signabø/Oyrareingjum - javnt við Lucas Debes á sinni ??? sýna nakran vilja til at traðka okkum til hjálpar í hesari vanlukkustøðu vit eru endaði í, so sýnist okkara lagna, eins væl sum í Gabel-tíðini, at enda i sama gapistokki sum tá.
Og sigast kann, at demokratíðið harvið ??? at síggja til- skotin til botns.
Heilsan
Martina Sørensen, búsitandi á Signabø
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald