Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn hevur eina almenna rættleiðing til mín viðvíkjandi svari upp á skrivligan fyrispurning frá Sirið Stenberg løgtingskvinnu, har Heðin Mortensen førir fram, at Annika Olsen ???gevur ikki løgtinginum hvørki eina sanna ella greiða mynd av málinum???.
Tað er harmiligt, um svarið kann hava elvt til misskiljing, men eg má staðiliga vísa aftur, at eg ikki havi givið tinginum eina sanna og greiða mynd av málinum.
Fyrispurningurin hjá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu snúði seg um endurmenning, herundir um samdøgursrehabiliteringina á Boðanesheiminum, ið hevur verið nógv frammi í fjølmiðlunum nú fram til jóla.
Í almennu rættleiðingini førir Heðin Mortensen m.a. fram at: ???Tað er tó ikki rætt, at Almannamálaráðið ikki varð kunnað???.
26. juni 2013 var, sum borgarstjórin vísir á, fundur í Almannamálaráðnum millum Tórshavnar kommunu og Almannamálaráðið. Á fundinum greiddi Tórshavnar kommuna m.a. eisini frá royndarverkætlanini viðvíkjandi samdøgursrehabilitering á Boðanesheiminum. Tórshavnar kommuna segði tá, at royndarverkætlanin kundi ikki fara í gongd vegna vantandi játtan til tess, og harmast varð um hetta.
Eg skrivi í svarinum til Sirið Stenberg at ??? Samdøgursrehabiliteringin á Boðanesheiminum er ein royndarverkætlan, sum Tórshavnar kommuna sjálvstøðugt hevur sett í verk innanfyri játtanina í 2013. Sostatt er tað ikki Almannamálaráðið, sum hevur sett verkætlanina í gongd, og var ráðið ikki kunnað um hesa verkætlan, fyrr enn eftir at hon varð sett í verk???. Hetta skal skiljast soleiðis, at eg varð ikki kunnað um, at Tórshavnar kommuna kortini setti verkætlanina í verk, hóast kommunan bæði á fundi 26. juni og í skrivi til mín 31. juli, boðaði frá, at royndarverkætlanin ikki varð skipað ???vegna vantandi fígging???.
Tí er tað rætt, tá eg í skrivliga fyrispurninginum í mun til verksetanina av royndarverkætlanini svari, at tað er ikki Almannamálaráðið, sum hevur sett verkætlanina gongd, og at ráðið ikki varð kunnað um at royndarverkætlanin kortini varð sett í verk.
Í baksýni, kundi eg fyri greidleikan skyld, í mínum svari til Sirið Stenberg, undirstrikað betur at talan var um manglandi kunning frá Tórshavnar kommunu um, at royndarverkætlanin kortini var sett í gongd.
Tað er greitt fyri øllum, at eg kenni hesi ynski hjá kommununi, tí bæði eg og borgarstjórin hava skrivað um hesi viðurskifti í lesarabrøvum, har borgarstjórin fýlist á manglandi játtan til endamálið.
Hetta merkir tó ikki, at eg var kunna um at verkætlanin var sett í gongd av Tórshavnar kommunu. Tað er hvør sítt mál.
Játtan
Heðin Mortensen viðger eisini játtanina til Boðanesheimið og at hendan ikki er javntstillað við onnur røktarheim í landinum. Til hetta er at siga, at tað hevur verið rættiliga vanligt, at røktarheimini eru byrjaði við vanliga virkseminum og hava so víðkað virksemið so hvørt, sum fíggjarliga orkan hevur verið til tess.
Eg eri glað fyri og fegnist um, at Boðanesheimið er væl útbygt og hevur nýmótans fasilitetir, til at veita eina viftu av góðum tilboðum. Tað er eisini rætt, at játtanin tað fyrsta árið var til vanligt virksemi. Í ár er positivt sett av á fíggjarlógini ein upphædd afturat til eindina fyri frontaldement og eg havi tilskilað í svarinum til Sirið Stenberg at:
???Áðrenn Almannaverkið sendir øllum stovnum undir eldrarøktini játtanarskriv, fer landsstýriskvinnan at kanna nærri, um tørvur er á eini eyka játtan til Boðanesheimið, soleiðis at samdøgursrehabiliteringin kann halda áfram.???
Endaligt játtanarskriv til Boðanesheimið fyri 2014 er ikki givið enn. Tí kann Heðin Mortensen ikki longu nú gera endaliga niðurstøðu um, at ætlanin er slept viðvíkjandi tilboðnum um samdøgursrehabiliteringin á Boðanesheiminum.
Annika Olsen
Landsstýriskvinna í almannamálum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald