Vinna

Aftur vøkstur í ferðafólkatalinum umvegis Vága Floghavn

...

2017-05-03 10:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eftir eina heldur slaka byrjan uppá 2017, er nú aftur veruligur vøkstur í ferðafólkatalinum á Vága Floghavn. Higartil í ár eru 80.019 ferðafólk komin og farin umvegis Vága Floghavn. Tað er ein vøkstur á 4000 fólk, ella 4,9 %, ímun til somu tíð í 2016.

Í apríl 2017 komu og fóru 29.433 ferðafólk umvegis flogvøllin. Hetta er ein vøkstur á heili 46 % í mun til apríl 2016, tá ið 20.162 ferðafólk komu og fóru umvegis flogvøllin. Tað skal líka sigast, at í 2016 var ein partur av páskaferiuni í mars, ímeðan páskaferian í 2017 var í apríl.

Tá ið tað er sagt, so eru í miðal seinastu 4 árini vanliga eini 20.000 ferðafólk komin og farin umvegis flogvøllin í apríl, so vøksturin í apríl 2017, má sigast at vera óvanliga stórur.

???Vit síggja, at fleiri føroyingar hava valgt at ferðast uttanlanda á páskum, og ikki minst, so vísur kanning sum vit hava gjørt saman við Gallup, at fleiri útlendsk ferðafólk hava valgt at koma til Føroyar í feriu enn undanfarin ár???, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn

Góðar vónir til 2017

Vága Floghavn hevur áður boðað frá, at felagið metir, at 2017 aftur fer at seta met í ferðafólkatalinum, og við seinastu tølunum, so er nógv sum bendir á at so verður.

Vøksturin í ferðafólkatalinum setur stór krøv til flogvøllin, og tí arbeiðir Vága Floghavn við at útbyggja parkeringsøki við flogvøllin. Felagið væntar, at fara frá at hava umleið 300 parkeringsplássum til at hava umleið 800 parkeringspláss seinni í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder