Hvirlan.fo:
Annar dagurin á DMU 2013 vísti aftur, at Hvirlan hevur ein breiðan hóp av íðkarum, ið kunna standa seg í dysti móti bestu javnaldrunum í Danmark. Tað sást tó at fyrsti dagurin hevði sett síni spor, tí Marita og Tórur góðu avboð til sínar greinar vegna smærri yvirbelastningar.
Fyrsti íðkari í eldin var tí Hallur, sum skuldi royna seg í diskuskast. Upphiting byrjaði við at kastini lógu uttanfyri, men so fekk hann stilla kanónina inn, og hevði hann upphitingarkast langt uttanfyri 40 m strikuna. Tá so kappingin byrjaði, tók hann fyrst eitt í so róligt kast, við tí úrslitið at kasti aftur endaði uttanfyri. Annað umfarð eydnaðist tó betur. Tá lendi diskurin á 40,48 m. Triðja kasti miseydnaðist, við tí úrslitið at Hallur fór inn í seinnu helvt av kappingini á einum triðja plássi. Síðstu trý kastini broyttu tó onki, og endaði Hallur sostatt á einum triðja plássi. Har er tó ongin ivi um, at meir er at heinta, og er hugaligt at vita at har er so nógv meir at heinta við einum meir stabilum teknikki.
Les meira:http://www.hvirlan.fo/aftur-god-urslit-annan-dagin-a-dmu/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald