Ítróttur

Aftur ein góður dagur í badmintonhøllini í Reykjavík

...

2017-02-05 11:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjár vóru innleiðandi dystirnir í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki spældir. Allir leikararnir løgdu nógv fyri og stríddist fyri hvønn bólt. Sjálvt um tað ikki rakk til eitt semifinalu ella finalupláss hjá øllum, so vóru nógvir sera spennandi og tættir dystir.

Í dag, sunnudagin, eru so semifinalur og finalur á skránni.
Føroysku leikararnir luttaka í 38 hálvfinalum av 51 møguligum, og er hetta, aftur í ár, met.
Og í fleiri av hálvfinalunum eru føroyingar báðumegin netið. 
Føroysku badmintonleikararnir eru í stórari menning og at sleppa til eina kapping uttanlands gevur teimum dirvi at dríva á við venjingini. 
í dag ber til at fylgja við á facebook-síðuni hjá Badmintonsambandi Føroya, hvussu leikur fer.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder