2016-02-14 03:36

Tað hevur aftur verið brúk fyri bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways í dag.
Klokkan 14:57 fekk MRCC Tórshavn eina fráboðan um, at tað var brúk at flyta ein sjúkling av Suðuroynni, og á landssjúkrahúsið.
Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways var boðsend, og fór eftir sjúklinginum í Froðba, og flutti hann til Havnar. Sambært heimasíðuni hjá MRCC, so var hetta sjúkraflutningur nummar 11 hjá bjargingartyrluni í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald