2017-09-09 07:31

Í nátt vóru aftur boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, og tað er 3. fer at boð hava verið eftir tyrluni, at gera sjúkraflutningar seinastu tveir dagarnar. Hósdagin gjørdi hon ein sjúkraflutning av Sandoynni, og í gjáramorgunin gjørdi hon ein sjúkraflutning úr Suðuroynni.
Klokkan 23:41 í gjárskvøldi fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa ein persón av Sandoynni yvirum á meginlandi, sum síðani kundi fara á Landssjúkrahúsið.
MRCC støðin í Havn sendi boð eftir bjargingartyrluni, sum lendi í Skopun eitt gott korter yvir midnátt, tey fingu persónin umborð og flutti hann á Landssjúkrahúsið, har tyrlan lendi um hálvgum eitt tíðina í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald