AFRIKANSKIR TILSTANDIR Í F??ROYUM
HVUSSU F??LT KANN TAÐ VERA.
Eg eri ein av teimun, íð saman við øðrum hevur arbeitt dag og nått fyri at byggja naka upp í vågi. Havi saman við øðrum søkt um kvotu til vinnuligar royndir og verkætlanir.
Vit hava brúkt nógvan pening og orku at útvega virkir ,útbúnað marknaðaravtalur og fígging til at virðisøkja og gera nýskapan innan serliga svartkjaft. Við håtøknisframleiðslu ,íð kann fåa nógv meira burturúr svartkjaftinum enn tað er ídag. Vit høvdu fingíð avtalur uppåplåss við fakfólk, sum skuldu standa fyri ymisku framleislunar, og sum høvdu førleika til tað. Vit tosa verðuliga um 60 arbeiðsplåss sum kundu komu ígong í suðuroyar sunnaru helvt,men tað hevði fiskimålaråharrin ongan åhuga í,tí sum skylst,so var hetta longu avgjørt hvør skuldi hava kvotunar,tí lógin bleiv broytt í fjørð.
Vit høvdu eisini keypsavtalu um eitt skip ,sum var fult fíggja og eginpeningurin var eeisini íordan.Skipi kundi longu verði komið heim.
Feløgini. Ocean group faroes í vågi.North Atlantic seafood Vågi og Ornanes í porkeri ,høvdu skriva undir eitt stratugiskjal í sept 2020 ,við tí fyri eyga at samstarva å øllum økinum,eisini søktu vit svartkjaft uppå felag undir stovnan.Faroe marine ingredients sp/f sum skuldi virka proteinir til menniskju og dýr,og planurin var at byggja fabrikk til atlanina.
Men vit hava bíðað og bíðað eftir svari í fiskimålarånum,í meira enn eitt år.
Menn so fall øksin yvir høvdið å okkum. Vit vóru søgd ikki at duga nóg væl at dríva skip og virki eftir høvdinum hjå landstýrismanninum ,hóast vit uppfyltu allar treytir.
Og so hoyra vit í fjølmíðlunum ,ja, haldíð tykkum fast landsstýrismadurin hevur givið alt til:
1. eitt felag hjå systkinabarninum hjå einum fólkaflokstingmanni
2. til eitt felag sum ein fólkaflokstingmaður eigur í.
3. til eitt felag hjå einum fyrrverandi fólkaflokstingmanni ,sum hevur ein beigja í tinginum.
4. til eitt felag í heimbygdini hjå løgmanni ,sum hevur fingið kvotu åðrenn. Og her loypir ketan av hjå okkum.Ein av grundgevingunum hjå fiskimålarånum til felagið.North atlantic seafood var soljógandi.
Eisini skal vísast å,at umsøkjarin longu hevur fingið 5500 tons av svartkjafti sum 12 åra rættindi,tí er tað undrunarvert,at felag sum fekk útluta menningarkvotu í 2018 kann fåa útluta kvotu,tå vit fåa sovorna grundgeving frå fiskimálaránum ,so tosa fiskimálaráharrin og løgmaður um sakliguheit í øllum hesum málinum.
Og so hoyra vit eisini í fjølmiðlum, at størstu kvotunar eru jåttaðar til felag, sum ikki hava skip klårt, men nú skullu fara at leita eftir skipum. Tað var annars fyrsta treyt fyri at søkja, at tú hevði
Keypssåtmála fíggjing og eginpening klåran, og kundi fara igongd beinavegin, og har vóru vit klárir víð skipinum.
Eg veit eisini, at eitt av hesum feløgnum eru nú úti eftir tí skipi, sum vit høvdu keypssáttmála við!
Eg veit eisini, at tingfólk í samgonguni hava ringt til fólk í felagnum, og biðið hendan persónin halda seg vekk frá umsøkjara og ikki gera avtalu við teir, tað tykist mær løgíð at ein tingmaður kann uppføra seg soleiðis uttan at vera involverðaður uppá onkran máta (Hann manglaði bara at siga hann umboðaði teir).
Vit hava kært avgerðina, tú grundgevingarnar hjá fiskimálaráðnum móti okkum eru púra skeivar og ódokumenteraðar.
Men tá eg hoyri, hvat er býtt út, so spyrji eg bara: hvussu fúlt kann tað vera? Er tað so livandi galið, at tú skalt vera systkinabarn, vinur ella beiggi hjá samgongutingmonnum fyri at dríva vinnu og yvirliva í hesum landinum?
So hvar er løgmaður í hesum, hann reypar á fundi hjá sambandsflokkinum um vikuskiftu, hvussu stóra æru flokkurin hevði av núverandi fiskivinnupolitikki, men í veruðleikanum hvat hevur hann at reypa av, lagt ein tilfeingisskatt á vinnuna sum einki skyl er á, um mann hugsar um stødd á feløgnum so gjalda hendan skattin, tey høvdu helst verði frí fyri gjaldi. Nei sambandsflokkurin er undir kløddnum á folkaflokkinum, skylji væl at veljarnir er ónøgdir við førda fiskivinnipolitikkin hjá samgonguni og Jacob Vestergaard. Teir eru á 13% nú eftir seinastu veljarakanning, kanska løgmaður klárar at koma niður á 10%.
Jacob Vestergaard fiskimálaráharri, hevur verði á nøkrum fundum við okkum, hvar vit hava kunna hann gjølla um verkætlaninar hjá okkum osv.
Vestergaard veit eisini hvussu nógvan pening vit hava brúkt uppá virkir og marknaðarføring, sami maður visti um loyvir sum vóru til sølu í 2014, og anbefellaði okkum at keypa loyvið fyri at koma inn í fiskivinnuna. Vit keyptu 4 loyvir, tí er tað ikki í ordan at maðurin stendur alment frammi við einum skeivum smílið og dømir hvør kann dríva skip og virksemi innan fiskivinnuna, og bara kappar høvdi av nøkrum sum hava investera nógvan pening inn á hetta øki her suðuri, og tað kann slett ikki góðtakast. Tá hendan samgongan kom til, og var byrja uppá sítt arbeiði, høvdi vit fleiri fundir við fiskimálaráharran, um hansara vurdering viðvikjandi kvotum til feløgini, har fingu vit klárt at vita frá honum, at inn á fjørðin, og tað hava vit stóla uppá, og hava investera hareftir.
Og so skal eg eisini leggja avtrat. Vit hava ikki ilt í afturpartinum tí at æðrir hava fingið loyvið, men vit føla at hetta er ikki fari rætt fram.
Stórt tillukku til teir sum hava fingið kvotu.
Finnbjørn Poulsen. Stigtakari.
Lopra
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald