2016-01-16 19:03
??tlar Heðin atoyðileggja Havnina?
Komandi árini fer Heðin Mortensen ivaleystat verða mintur sum ein borgarstjóri, ið fekk nakað á skaftið og veruliga settigongd í høvuðsstaðin. Spurningurin er tó, um hann hevur gjørt sær tankar umsítt eftirmæli, tá hann einaferð hevur lagt frá sær sum politiskur oddamaðurfyri okkara vakra og hugnaliga høvuðsstað. Neyvan hevur hann hugsað serligadjúpt um sítt langtíðarummæli sum borgarstjóri, tá hugsað verður um ætlaðu havnarútbyggingina.
Kári Mikkelsen
havnarborgari
Spurningurin er, hvussu leingi tú Heðin Mortensen fer at verða mintur fyri tínimongu, góðu og mennandi avrik, ið eru sjónlig allastaðni í býnum. Verður taðtíggju, tjúgu ella trýati ár, at hesi gerandisligu og lutfalsliga stuttlivaðuavrikini verða mint. Neyvan verða tað fimti ella hundrað ár, um tú fylgirverandi býráðsmeiriluta við tær sjálvum á odda, ið nú fer undir oyðileggja okkaravakra útsýni frá høvuðsstaðnum.
Hetta langtíðarminnið koma hvørki eg og nógv onnur við mær av góðum grundum at fáa,men var eg tú, Heðin Mortensen, hevði eg satt at siga borið ótta fyri langtíðarummælinumav tær sum borgarstjóra. So kann ein siga, at til ta tíð er alt líkamikið, títá eru flest okkara, sum minnast ta óbótaligu gerð, tú sum borgarstjóri framdimóti okkara vakra høvuðsstaði, farin undir grønu torvu.
Eg sipi sjálvandi til ørvitisætlanina um havnarútbygging, ið sambærtformanninum í vinnunevndini í kommununi, Sjúrð Olsen, verður boðið út longu ímars. Sami Sjúrður Olsen, sum hugmóðiga avvísir øllum mótmælum, ið sambærthonum koma ov seint.
Meirilutin í Tórshavnar býráði ??? við tær Heðini Mortensen á odda ??? er júst nú íferð við at oyðileggja eitt tað mest avmyndaða, málaða og teknaða útsýnið ílandinum, ið somuleiðis er dagliga gleðin hjá túsundtals íbúgvum íhøvuðsstaðnum. Nevniliga útsýnið yvir Nólsoyarfjørð og Nólsoy úr Tórshavn, hvørsíbúgvar ístaðin koma at síggja fjøll av marglittum og ósjarmerandi bingjum viðáskriftini Eimskip, Faroeship, Smyril Line, ella hvat nú flutningsfeløgninikoma at kallast í framtíðini.
Og tá tosi eg als ikki um Skansan, sum hevur verið snúningspunktið í øllumorðaskifti um havnaútbyggingina. Nei, at tað yvirhøvur verður gjørd ein slíkætlan fyri okkara lítla, vakra høvuðsstað.
Letur tú kapitaláhugamálini stýra?
???Follow the money???, sigur amerikanskt orðatakið, ið sipar til, at tað aloftasteru kapitaláhugamálini, sum stýra tingunum. Er tað veruliga so, at tú HeðinMortensen, við atkvøðuneytunum í Tórshavnar býráði í rygginum, rennur ørindifyri kapitaláhugamálini hjá flutningsfyritøkunum og á hesum altari velur at ofrabýin og trivnaðin í høvuðsstaðnum? Tað vóni eg ikki.
Vit tosa altso ikki um New York, Rotterdam, Singapore ella Hong Kong. Býir viðeini skóg av háhúsum, har ein havnaútbygging av slíkum slagi nóg illa hevðisæst aftur. Her hava vit at gera við ein av heimsins minstu høvuðsstaðum, harbert fáir bygningar eru hægri enn tríggjar hæddir. Tí skal ein havnarútbyggingvera sera væl umhugsað, og tað er hendan milt sagt ikki. Hon byggir víðari áeitt mistak, sum varð framt fyrst í áttatiárunum, tá verandi havn varð útbygd.Ein útbygging, sum ongantíð hevur tænt sínum endamáli og tískil ikki skuldiverið gjørd.
Og fyri ikki at tala um tann fíggjarliga partin, har milliónir av kubikkum avgróti skulu flytast av einum alsamt minkandi Glyvursnesi og blakast í bládýpiðí Nólsoyarfirði. Hetta í royndini at fáa nakrar fáar fermetrar undanvatnskorpuni til at fylla og skemma bæði umhvørvið og tippa útsýnið yvirfjørðin við íslendskum bingjum. Við øðrum orðum eisini ein fíggjarligørvitisætlan, ístaðin fyri at gera útbyggingina á grynri vatni, har mestmøguligt fæst fyri íløguna.
Er tað soleiðis, tú vilt tryggja títt eftirmæli, Heðin Mortensen, at standa sumoddamaður fyri einum oyðiløgdum útsýni fyri túsundtals havnarborgarar, ið havavalt teg sum borgarstjóra fyri kommununa? Eg trúgvi neyvan!
Steðga meðan tú kanst
Góði Heðin Mortensen, tú skalt hava rós fyri at møta upp tilmótmælistiltakið í Reinsarínum leygardagin 2. januar. Hetta gjørdi formaðurin ívinnunevndini, áðurnevndi Sjúrður Olsen, ikki. Tað var eftir øllum at dømaundir hansara lágmark at ómaka seg til at kunna seg um, hvat mótstøðufólkinimóti ætlaðu havnarútbyggingini høvdu at bera fram.
Tú hevur verið ein góður borgarstjóri fyri høvuðsstaðin, Heðin Mortensen, taðskal tú hava alt rós fyri. Steðga tí hesi ørvitisætlan, meðan tú enn kanst, ogfinn eitt annað pláss, ið gløggir arkitektar og onnur skilafólk hava víst á erríkiligt av í kommununi. Ein av hesum royndu og høgt virdu arkitektum skýrdi íinnleggi í fjølmiðlunum í fjør ætlaðu havnarútbyggingina fyri at vera einavanlukku fyri høvuðsstaðin, um hon verður sett í verk.
Umframt Nólsoyarfjørð ræður Tórshavnar kommuna sum kunnugt yvir bæði Kaldbaks-og Kollafirði, har tað eru hópin av uppskotum til, hvussu ein havnarútbyggingkann gerast við neyðugum fyriliti og harafturat munandi bíligari.
Hugsa stórt, Heðin Mortensen, og lurta eftir tilráðingum frá slíkum fólkum, táfert tú ikki skeivur! Tað gert tú hinvegin við at fylgja ætlanum hjásnævurskygdum politiskum døgnfluguum í tínum egna býráði. Slíkt ert túsjálvandi alt ov víðskygdur og gløggur til.
Kári Mikkelsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald