Vit átala tann eirindarleysa fiskivinnupolitikk, ið verður førdur mótið avísum feløgum og skipabólkum, sum fiska á Føroyagrunninum.
Tann áhaldandi skerjingin, sum verður løgd fyri Løgtingið, er við til at máa alt støði undir vinnuligari botnfiskaveiðu við Føroyar.
Áður vóru omanfyri 30.000 brúktir fiskidagar í húkaflotanum. Í dag verða einans brúktir 6- 7.000 dagar. Í dag eru bert 14 línuskip í vinnu samanborið við 24 fyri fáum árum síðani. Í snellu- og útróðrarbólkinum er bert ein viðfáningur av tí, sum tað var. Og bert uml. 25 smáir og stórir útróðrar- og snellubátar vera í dag fult riknir. Veiðutrýstið frá hesum skipabólkunum er minkað niður í næstan onki.
At snellubátar, ið bert fiska upsa, verða skerdir, kunnu vit als ikki góðtaka.
Línu-, útróðrar og trolbátar hava áhaldandi roynt at tillagað seg til broyttar umstøður og keypt fiskidagar. Feløg hava keypt sær dýr rættindi, ið eru horvin sum døgg fyri sól.
Í dag eru einans 6 trolbátar í vinnu, har tað áður vóru 17 trolbátar.
Royndin undir Føroyum er metlág, og er veiðan eftir tosk og hýsu ikki hægri enn tað, sum ICES hevur tilmælt. Vit vilja vísa á, at óbrúktir fiskidagar ikki skaða nakran stovn, og tí er skeivt at taka hetta beinið undan teimum, ið hava brúkt tíð, pengar og eitt heilt arbeiðslív at laga seg til fortreytirnar, sum enn eru galdandi.
Eisini vilja vit vísa á, at skipini í bólki 2 fiska nógvan tosk og hýsu, og at hesir als ikki verða skerdir næsta fiskiár og ongin ætlan er at hava pulju til útluting av døgum. Hetta uppskotið hongur ikki saman. Vit átala harðliga, at Løgtingið nú ætlar at lóggeva við afturvirkandi kraft soleiðis, at dagar vera tiknir frá skipum fyri at geva til teir, sum mangla dagar. Hetta er ringur fyrisitingarsiður, og ivast vit í, um hetta yvirhøvur er lógligt. Í 2007 bleiv samtykt, at tágaldandi loyvi skuldu halda fram til 31. desember 2017. Tí kunnu vit av røttum spyrja, hvør meiningin er at við hesum ógvusliga niðurskurðinum fyri næsta fiskiár, tá vit um fáar dagar koma inn í seinasta tíðarskeiðið í verandi lóg um vinnuligan fiskiskap. Alt landið bíðar eftir útspælinum frá fiskivinnunýskipanarnevndini, so vit mæla til at dagarnir komandi fiskiárið verða óbroyttir.
Um landið ikki tolir núverandi søguliga lága veiðutrýstið, so verður veruliga neyðugt hjá okkum at leggja skipini og bátarnar.
Runavík, 3. august 2016.
Felagið Línuskip
Felagið Trolbátar
Meginfelag ??tróðrarmanna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald