2016-12-14 11:03
Nú barslaði samgongan annað fíggjarlógarfylið.
Ikki kundi man finnast at fyrra fylinum, tí viðgongutíðin varð sera knøpp varð sagt. Gamaní, sum vit føroyingar ofta eru, so bera vit yvir við burðinum, eftirsum tíðin varð so knøpp.Men nú kom so seinna fylið í verðina, eftir longstu viðgongutíð nakar minnist í nýggjari tíð; spenningurin øgiligur. Ikki vardi tað okkum at seinna fylið skuldi verða uppaftur verri skapt, næstan deyðføtt.
Hvørjar sømdir bjóðar samgongan suður- og útjaðara Føroyum? Jú, ein skannara til suðringar fyri eina snolluta millión, og ein umdóp av Vakstrarætlanini á Sandoynni, sum nú eitur Grønmetisætlanin, útreiðsluneutralt í mun til í fjør. Tak skæbne.
Seinasta samgonguskeið fingu sandoyingar lógina um Sandoyartunnilin, aling á vánni sum eisini hevði við sær at 10-tals fólk eru hvønn dag til arbeiðis á flakavirkinum í Skopun, depil til børn við serligum tørvi sum hevur føst størv við sær, nýggjan Sildbera, Vakstrarætlanina, og atkomuviðurskiftini hjá Teistanum bøtt tá tørvur varð á tí.
Hetta tíðarskeiðið skuldi táverandi andstøða bæði gera tunnil til Dals, tunnil í Sandslíð, asfaltera Skarvanesvegin, og kasta pengar í hópatal eftir innsiglingini í Skopun.
Hvar eru tey gyltu lyftini nú? Er nakað av hesum gjørt, nei. Er nakað av hesum sett á skrá, nei.
Í staðin hevur man latið grótið í innsiglingini í Skopun ligið, sjálvt um man veit at hetta kemur at tarna ferðsluni í vetur almikið. Í staðin hevur man spart olju umborð á Teistanum so hann bara slóðar um fjørðin, og dittar onkur sær at mótmæla, so hevur vatnið í Skopun feilin. Í staðin hevur man skert vinnumøguleikarnar hjá teimum fiskiskipunum ið eru eftir í oynni, við at taka dagar frá teimum.
Í Suðri er lítið mætari, har 10-tals arbeiðspláss eru í vanda fyri at hvørva í laksakryvjingini, har tilflytingin er steðgað, og har størsta arbeiðsloysi í landinum er.
Man byrjaði so bragdliga við at feiða nýggju Nólsoyarferjuna av tekniborðinum. Nú situr man og venar seg, tí man onki avloysaraskip eigur, uttan at hugsa at Ternan nú kundi verið tøk til avloysaraskip.
Tað vísir seg, at lættari er at vísa vælvild í andstøðu. ??rslitini eru greið tala.
Ongir batar, ongar visiónir, og ongin hugur at arbeiða fyri okkum í suður- og útjaðara Føroyum.
Brandur Sandoy, fyrrverandi løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald