Vinna

??tla at fimmfalda framleiðsluna í alivinnuni

...

2015-11-30 19:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vinnuhúsið: Í Noregi hevur stjórnin visionerar ætlanir fyri norskan havbúnað. Sambært stortingsmelding, sum varð løgd fram fyrr í ár, hevur norska stjórnin sett sær fyri at fimmfalda framleiðsluna frá havbúnaðinum innan ár 2050. Ein fortreyt er, at vøksturin verður umhvørvisliga burðardyggur, og neyðugt verður við tøkniligari menning, sum kann tryggja henda vøksturin.

Á havbúnaðarráðstevnuni, sum varð hildin í Oslo 24. november, segði fíggjarmálaráðharrin Siv Jensen, at havbúnaðurin er ein av fleiri vinnum, ið skal føra Noreg víðari fram á leið. ??tlanin er at røkka framsókna málinum við at tryggja havbúnaðinum betri og støðugari karmar. Ein partur av hesum er at lækka skattatrýstið á vinnuna, við at lækka partafelagsskattin úr teimum 27% hann er í dag, niður í 25% frá 1. januar 2016 og niður í 22% í seinasta lagi í 2018.

Eisini verður neyðugt við tøkniligari menning, og gransking og menning er tí eisini týdningarmikil liður í at røkka málinum. Siv Jensen metti, at skattalættin til havbúnaðin, saman við fokus á skjótari leið frá gransking til menning og íverksetan, er ein týdningarmikil partur av at skapa neyðuga tøkniliga framburðin, sum kann stuðla undir vøksturin í framleiðsluni.

Kelda: www.aftenposten.no

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder