2016-05-02 09:06
Bjørn Paturson bóndi í Koltri greiddi í morgun frá í ??F, at ein ær í Koltri hevði lembt 4 lomb.
Tað er ikki ofta at slíkt kemur fyri, serliga ikki tá ið talan er um hagaseyð, men í 1991 lembdi ein ær av Oyragjógv 4 lomb, ærin var gomul og var tikin sum avdeyði, men sett við og fødd inni um veturin, eitt av teimum 4 lombunum doyði, teir tóku so eitt lamb frá ærini, soleiðis at hon fór í hagan við tveimum lombum, tey komu bæði væl undan.
Tað var Joen Jacob Thomsen, sum átti tað ærina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald