JN

Adventure-breyt, sum fjórða breytin á Ítróttarháskúlanum

...

2016-05-02 14:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá Ítróttarháskúlanum í Suðuroy

Adventure-breyt, sum fjórða breytin á Ítróttarháskúlanum

Breytirnar á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy verða nú fýra í tali. Afturat svimji-, fótbólts- og hondbótlsbreyt, kemur eisini ein Adventurebreyt, sum Petur Gotfredsson, sum er einasti føroyingur, sum er útbúgvin frømaður í donsku specialstyrkini ???Frømandskorpset???, kemur at standa fyri.

Adventurebreytin er ein sera spennandi breyt, har náttúran er høvuðsleikpallur. Breytin er ætlað breiða skaranum, ið ynskir upplivingar, venjing og summarfuglar í búkin.

Umframt eitt virkið adventure lív, verða spennandi tiltøk við t.d. klintring, flallgongu, kamping og sigling. Breytin er skipað sum bland av styrki- og konditiónsvenjing, umframt virksemi, har adventure er felagsnevnarin. Adventurebreytin ber brá av, at náttúran og veðurlíkindini eru viðspælarar, og eru við til at skipa, hvat er á skránni.

Um hinar tríggjar breytirnar:

Svimjibreytin

Svimjibreytin á Ítróttarháskúlanum er ein einstandandi møguleiki at venja og gerast betri svimjari í besta umhvørvi í landinum. Karmarnir fyri svimjing verða ikki betur, enn teir eru í Páls Høll, fyrsta 50 m. svimjihyli í landinum.

Venjingin verður skipað undir leiðslu av Jón Bjarnasyni, sum er fremsti svimjivenjari í landinum og einasti svimjivenjari í Føroyum, sum hevur vant svimjara, sum hevur kappast við Olympisku leikir.

Fótbóltsbreytin

Fótbóltsbreytin á Ítróttarháskúlanum snýr seg um áhuga, vilja og ambitión ??? alt skipað í mun til tað tú persónliga vil náa innan fótbóltin. Á Eiðinum í Vági eru framúr góðir karmar til fótbóltsvenjing, bæði á graslíkisvøllinum og inni í Vágs Høll.

Venjingin fevnir um bæði tekniska, taktiska og fysiska venjing ??? og verður skipað undir leiðslu av Jón Paula Olsen, ein av okkara fremstu fótbóltsvenjarum, sum eisin hevur drúgvar royndir sum landsliðsvenjari.

Hondbóltsbreytin

Hondbóltsbreytin á Ítróttarháskúlanum er fyri teg, sum vil menna teg sum hóndbóltsleikara ??? lagt til rættis í mun til tínar ambitiónir. Hondbóltsvenjingin verður skipað í framúr góðu kørmunum í Vágs Høll. Skiftirúm og aðrir hentleikar eru nýgjørdir í 2016, so talan er um framúr góðar karmar.

Venjingin verður skipað undir leiðslu av Gurið K. Mortensen, sum telist millum royndastu leikarar í landinum. Umframt royndir sum leikari, hevur Gurið drúgvar royndir sum venjari, bæði hjá besta liðnum hjá VB og í ungdómsdeildini.

Vinarligar heilsanir

Ítróttarháskúlin í Suðuroy

Guðmundur Joensen, tlf. 224551

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder