Mentan

Advents guðstænasta í Bíggjar kirkju

...

2014-11-30 02:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

1. sunnudag í advent, hin 30. november kl. 11.00, verður serlig guðtænasta hildin í Bíggjar kirkju, har 9. lestrar verða lisnir. Hetta er ein guðstænasta við Bíbliulestrum, bæði úr Gamla og Nýggja Testamenti, tað eru prestur og deknar, sum lesa. Tað verða eisini fleiri sálmar sungnir enn vanligt er við eina guðstænastu.

Børn koma at bera ljós inn í kirkjuna, at seta í stakar, og fyrsta ljósi í adventskransinum verður tendrað. 1. sunnudag í advent gongur talvan í øllum kirkjum í Vágum, fyri Føroysku Sjómanskirkjuna.

Prestarnir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder