2015-07-15 16:00
Leygardagin skipaði B36 aftur fyri Adidas Summar Cup í fótbóltið í Gundadali, Tórsvølli og á Argjum. Hetta var aðruferð at skipa var fyri stóru summar kappingini og ikki kann sigast annað enn, at undirtøkan var sera góð, tí gott 100 lið høvdu tilmelda seg og yvir 600 børn og ung luttóku í kappingini. Í 2014 var talið av luttakandi liðum beint yvir 50.
- Vit eru sera glað fyri góðu undirtøka, ið kappingin hevur fingið, tí er sjálvandi ongin ivi um, at hetta er eitt tiltak, ið er komi fyri at vera, sigur Andrass Thomsen frá B36. Hann leggur tó aftrat, at har eru fleiri ting, ið arbeiðast skal við fram til næstu kapping, men arbeiðið við hesum er longu byrja og tí vóna fyrireikarnir at kappingin í 2016 fer at hildnast enn betur.
Kappingin leygardagin var sett av borgarstjóranum í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen, og síðani høvdu Lars Munck og Simon Larsen frá MS Freestyle eitt fótbóltshow, áðrenn Beinir endaði setanina við nøkru góðum løgum.
- Tað krevur nógva orku at fyriskipa eitt slík tiltak og tí eru vit eisini longu farin undirfyrireikingarnar til komandi ár. Samstundis sum vit eru við at eftirmeta kappingina í 2015, sigur Andrass Thomsen frá B36 at enda.
B36 bjóðar aftur til Adidas Summar Cup leygardagin 9. juli 2016.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald