2016-01-21 19:24
Íslendska skipið Aðalsteinn Jónsson, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu einar 35 fj. í útsynning úr Akrabergi, fór í morgun at sigla til Íslands - fullfermdur av svartkjafti.
Aðalsteinn plagar at landa á Eskifirði, har teir verða um middagin í morgin.
Í løtuni eru umleið 15 skip á svartkjaftaveiðu, fleiri eru íslendsk og russisk umframt tey føroysku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald