Ítróttur

Aðalskrivarin: Vit kunnu fáa góð úrslit til HM

...

2017-01-09 22:04 Author image
placeholder

Eftir søguliga dystin í gjár, fingu vit orð á aðalskrivarin hjá HSF - Ára Rouch. 

Hvussu sært tú uppá hetta søguliga avrikið.

- Hetta er kempi, hetta er ikki bara stórt, men vit hava eisini skrivað søgu, vit hava ikki bert skrivað føroyska søgu, men eisini altóða, við at eitt so lítið land spælir seg víðari til eitt HM endaspæl. Hetta er kempi stórt. 

Hvussu hevur vikuskiftið verið fyri teg?

- Tað hevur verið øgiliga spennandi, og tað hevur verið hart arbeiði, tó skalt tað sláast fast, at eg geri tað við gleði, tí hetta er stuttligt.

Hvat heldur tú vit kunnu rokna við av hondbóltinum og HSF til HM í summar?

- Nú skulu teir so til HM í Algeria í seinna hálvu av juli, tað verða 24 lond ið taka lut, og 6 lið í hvørjum bólki. Eg havi tað fatan, at tey vánaligastu londini frá hinum heimspørtunum ikki eru so sterki, so vit kunnu eisini fáa úrslit har niðri. Nú fara hesir leikarnir, at venja hart fram móti HM, so vit steðga ikki her. 

Hevur tú kannað um hetta kostar nógv at fara til HM og fáa tit nakran stuðul frá IHF?

- Nei eg havi ikki kannað hvat tað kostar, men tað má bara gjaldast. Nei, eg haldi ikki at vit fáa nakran stuðul frá IHF, segði Ári við JN.fo eftir dystin í gjár.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder