TÍÐINDASKRIV
Aðalfundur í P/F LÍV Holding
Ársaðalfundur varð í gjár tann 20.
apríl hildin í P/F LÍV Holding, ið er móðurfelag hjá P/F Tryggingarfelagnum
LÍV. Hetta er fyrsti aðalfundur síðan felagið í september
2016 fekk nýggjar eigarar. Á ársaðalfundinum varð ársfrásøgnin fyri 2016
góðkend.
Vøkstur
Tryggingargjøldini
til Tryggingarfelagið LÍV vóru í árinum 260 mió. kr. í mun til 255 mió. kr. í
2015. Seinastu 3 árini hevur vøksturin í tryggingargjøldum verið í meðal 8,3%
pr. ár. Felagið hevur nú slakar 21.500 kundar, ið spara upp til eftirløn og tilsamans
13.000 kundar eru fevndir av samlagstryggingini hjá felagnum. Felagið hevur
lagt dent á at økja viðskiftaskaran við fakfeløgum og virkjum og málið er, at
veita eins góða tænastu til vinnulív, sum til einstakar limir tá tað snýr seg
um at tekna eina lívstrygging ella eina uppsparing til eftirløn.
Íløguavkast
??rslitið av íløguvirksemi felagsins gjørdist í árinum 85 mió. kr. Íløguognirnar
hjá felagnum vóru við ársenda 2016 2,1 mia. kr. Felagið miðjar eftir, at
føroysk eftirlønaruppsparing skal verða virkin í Føroyum og við ársenda 2016
hevði felagið gjørt íløgur í Føroym fyri tað ið svarar til 7,5% av skrásettu
ognunum hjá felagnum og tað er ein øking í mun til undarfarna ár.
Kundarnir
Tryggingarfelagið
LÍV hevur í árinum útgoldið tryggingarveitingar á tilsamans 62,2 mió. kr. Meginparturin
av hesum útgjøldum eru útgjøld í sambandi við pensionering og samlagstrygging.
Innlit
Vit
dylja ikki umsitingargjaldið, men vísa greitt hvat tað kostar at vera kundi og
fáa fullan ágóða. Sparsemi í umsiting og fyrisiting merkir størri vinning og
avkast til okkara kundar og tað er ein málsetningur eins væl og eitt lyfti.
Kostnaðurin fyri hvønn tryggjaða var 792 kr. í 2016, ið er tað lægsta
nakrantíð.
Nevndarval
Á
ársaðalfundi varð eisini nevndarval á skránni og í nevndini fyri LÍV Holding
sita nú Høgni Olsen, Súni Selfoss, Kári Petersen, Hanna í Horni og Árni Arge.
Nevndin hevur skipað seg við Høgna Olsen sum formanni.
Tryggingarfelagið LÍV - Lyklatøl frá ársfrásøgn 2016
|
Høvuðstøl seinastu
árini í t.DKK - samtakið |
|
|
|
|
|
|
2016 |
2015 |
2014 |
2013 |
|
Rakstrarroknskapur |
||||
|
Tryggingargjøld |
260.505 |
252.876 |
237.289 |
205.512 |
|
??tgoldnar
veitingar |
-62.159 |
-59.944 |
-58.462 |
-49.050 |
|
??rslit
av íløguvirksemi |
84.972 |
5.033 |
104.774 |
30.046 |
|
Ársúrslit |
6.621 |
-12.578 |
4.765 |
24.051 |
|
Fíggjarstøða |
||||
|
Avsetingar
til tryggingar- og íløguavtalur tilsamans |
2.093.347 |
1.864.199 |
1.707.794 |
1.476.763 |
|
Eginogn
tilsamans |
131.008 |
124.387 |
136.965 |
132.200 |
|
Aktiv
tilsamans |
2.255.292 |
2.010.620 |
1.862.241 |
1.628.534 |
|
Lyklatøl
fyri kostnaðir og váða |
||||
|
Kostnaðir
í prosent av tryggingargjøldum |
6,7% |
7,3% |
7,8% |
8,6% |
|
Kostnaðir
fyri hvønn tryggjaðan |
792 kr. |
835 kr. |
930 kr. |
1.501 kr. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald