2013-11-09 14:59
Landsfundurin
byrjar við morgunmati klokkan 11 og síðani verður aðalfundur hildin sambært
lógum felagsins. Eftir aðalfundin verður landsfundur við formansrøðu á skránni.
Í
formansrøðuni verður sjálvsagt komið inn á tær avbjóðingar, sum flokkurin í
seinastuni hevur havt, men eisini fegnast Kári P. Højgaard um, at
Sjálvstýrisflokkurin, sum einasti flokkur, fekk framgongd í seinastu veljarakanning.
Formaðurin heitir á valevni og
lokalfeløgini um regluliga markera síni sjónarmið í miðlunum og vísa á, hvat
tey standa fyri, hvørji mál, tey ynskja loyst og hvussu tað kann gerast.
Bert
við at rógva í takt og lyfta í felag, megna vit at møta teimum ovurstóru
uppgávum og avbjóðingum, sum liggja fyri framman.
Sjálvstýrisflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald