Politikkur

Ábyrgd av egnum landi og fólki ??? hví ikki?

...

2014-09-18 14:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hósdagin skulu skotar taka støðu til, um Skotland skal gerast sjálvstøðugt land aftur. Fyri 68 árum síðan ??? í 1946 ??? valdu føroyingar at Føroyar skuldu gerast sjálvstøðugt land. Tann avgerðin varð tó skúgvað til viks. Enn bíða vit. Nú eisini eftir nýggjari fólkaatkvøðu.

Ofta hoyra vit spurningin: Einar sjálvstøðugar Føroyar ??? hví tað ? Hetta er tó ein spurningur, ið vendir øvugt. Tí vit eiga at seta okkum sjálvum spurningin: Einar sjálvstøðugar Føroyar ??? hví ikki ?

Grundleggjandi stendur valið jú ímillum:

- Vilt tú at onkur annar skal taka avgerðir fyri teg, ella vilt tú sjálv/ur taka avgerðirnar ?

- Vilt tú, at onnur skulu taka avgerðir um, hvussu vit í Føroyum skulu liva og virka ??? ella vilt tú, at vit sjálvi skulu taka hesar avgerðir ?

- Vilt tú, at eitt parlament og ein stjórn í øðrum landi skulu ráða yvir Føroyum ??? ella vilt tú, at tað Løgting og tað landsstýri, ið vit sjálvi velja skulu ráða ?

Eru svarini ikki greið?

Lond kring allan heim velja frælsi
Tað er ikki uttan orsøk, at nógv tey flestu londini kring allan heim hava valt at gerast sjálvstøðug lond. Síðan Sameindu Tjóðir (ST) varð stovnað við 51 sjálvstøðugum tjóðum, er talið farið upp í 193 sjálvstøðugar tjóðir. 142 sjálvstøðug lond eru løgd afturat ??? bara síðan 1945. Onki av teimum londum, ið hava valt at gerast sjálvstøðug hava valt hetta frá aftur seinni. Hetta sigur ikki so lítið.
Í Europa eru fleiri lond í gongd við somu broyting. Ein broyting, ið kann geva fólkum og londum størri frælsi. Frælsi til at skapa tað samfelag, ið fólkið ynskir, og frælsi til at luttaka í altjóða samfelagnum á jøvnum føti við alheims tjóðir.
Tey, sum í løtuni eru tættast við eina avgerð ??? eru Skotland og Catalonia í Spania. Í Catalonia verður væntandi fólkaatkvøða um, hvørt Catalonia skal gerast sjálvstøðugt land, nú 9. november í ár. Tó er sera ivasamt um spanska stjórnin fer at virða úrslitið.

Søgulig avgerð í Skotlandi hósdagin
Í grannalandi okkara - Skotlandi ??? fer ein søgulig stórhending fram hósdagin. Eftir fleiri hundað ár í ríkisfelagsskapi við Onglandi, kann Skotland aftur gerast sjálvstøðugt land. Hesuferð bert við at seta ein einfaldan kross á ein pappírslepa.

Stríðið um skotskt fullveldi hevur søguliga verið hart, og so er eisini nú. Hesuferð eru tað tó grundgevingar fyri og ímóti, ið verða nýttar sum vápn, og sum barðst verður við.

Valstríðið hevur á nógvar mátar mint nógv um tíðina 1998-2004 tá fullveldissamgongan ráddi. Fíggjarlig og peningalig viðurskifti hava fylt nógv. Og støðugar hóttanir hava verið frá bretsku stjórnini um hóttafall og onki samstarv, um Skotland gerst sjálvstøðugt. Í Skotlandi kalla tey hetta átak hjá bretsku stjórnini fyri ???Project Fear???. Ræðu-projektið.

Hetta var eisini roynt av donsku stjórnini í Føroyum, tá fullveldissamgongan virkaði fyri einum sjálvstøðugum Føroyum. Roynt varð tá at ræða føroyingar til, at sleppa ætlanini um fólkaatkvøðu, og til at siga nei til føroyskt fullveldi.

Stórur munur er tó á, hvussu skotar og føroyingar hava latið seg ávirka av ræðu-átøkunum.

Fólkaflokkurin lat seg ræða av donskum hóttanum
Tí meðan vit í Føroyum kunnu staðfesta, at ein av stóru samgonguflokkunum - Fólkaflokkurin ??? lat seg trýsta av donskum hóttanum, og valdi at bakka úr avtaluni í samgonguni um, at fólkaatkvøða skuldi vera í Føroyum ??? fólkaatkvøðan, ið varð lýst at verða í 2001, varð enntá avlýst - so vísa veljarakanningar í Skotlandi at alsamt fleiri skotar velja fullveldi.

Veljarakanningar vísa, at tað stendur so at siga púra javnt millum tey, ið siga JA og tey, ið sig NEI, til skotskt fullveldi. Ein avgerandi dagur stendur fyri framman.

??kt skotskt sjálvstýri er longu vunnið
Tað stendur hartil greitt, at um valið var millum núverandi Skotland og eitt sjálvstøðugt Skotland, so hevði tað verið ein stórur meiriluti fyri fullveldi. Orsøkin til, at tað stendur so javnt nú er, at nú fullveldi er sett á dagsskránna, hevur stjórnin í London lovað skotum, at um bert tey siga nei til at gerast sjálvstøðug, so skal parlament teirra fáa fleiri málsøki at ráða yvir. Hetta hevur fingið nøkur at velja nei heldur enn ja. Tað einasta góða við hesum er, at uttan mun til um úrslitið gerst eitt JA ella NEI, so hevur skotska fólkið longu tryggjað sær munandi økt sjálvræði.

Men hesi átøkini og hóttanirnar frá ensku stjórnini varpa bert enn bjartari ljós á, hvussu sjálvsagt tað er, at fólkið tekur ábyrgd av egnum landi. Siga tey JA fáa tey allar samráðingarmøguleikar um samstarv ??? eisini við bretsku stjórnina. Siga tey NEI verður tað bretska stjórnin, ið stendur við øllum kortunum í hondini.

Skotland er til reiðar
Tað verður stórt at uppliva hesu søguligu dagar, nú farið verður til Edinburgh saman við tingfólkum Tjóðveldis. Hetta er ein hending, ið bert hendir í fáum søguligum ???gloppum???. Vóni at fólkið velur at taka av hesum møguleika, og velur at taka ábyrgd av egnum landi.

Skotland er í allar mátar eitt ríkt land, ið til fullnar er klárt til, at gerast sjálvstøðugt land. Landið hevur ovurstórt tilfeingi í fólkinum, á sjógvi, landi og í undirgrundini. Eitt vælment vælferðarsamfelag, og tá umræður fíggjarliga partin er landið enntá ríkari pr. íbúgva enn bæði Frankaríki, Týskland og Stórabretland.

Einasta forðingin fyri at taka ábyrgd av egnum landi, liggur í hóttanum frá stjórnini í London, og ræðsluni fyri broyting hjá parti av fólkinum.

Fullveldi letur nýggjar dyr upp
Eitt sjálvstøðugt Skotland fer eisini at vera til fyrimuns fyri okkum í Føroyum. Høvuðsstaðurin verður tá ikki í London ??? sum í størstan mun hyggur mótvegis ES og USA ??? men í Edinburgh, sum í nógv størri mun enn London, vil hyggja eftir samstarvi norðureftir.

Skotska stjórnin hevur longu víst Norðurlandaráðnum stóran áhuga, og er onki at ivast í, at Skotland fer at virka fyri munandi tættari samstarvi við Norðurlond, eftir at landið gerst sjálvstøðugt.

Fyri føroyingar merkir hetta at nýggjar dyr lata seg upp ??? fyri vinnu, mentan, útbúgving og samstarv sum heild. Føroyar gerast tá eisini í enn størri mun ein miðdepil í Norðuratlantshavi.

Føroyingar millum ríkastu tjóðir í heiminum
Eisini Føroyar eru millum ríkastu lond í heiminum, og eru vit ríkað við ovurstórum tilfeingi.
Í løtuni eru tað stórar mongdir av uppisjóvarfiski og sterk alivinna, ið saman við søguliga stórum byggivirksemi, ið serliga eru við til at skapa hákonjuktur í samfelagnum. Hava hartil eitt útbygt vælferðarsamfelag, og fólk við nógvari vitan, royndum og førleikum. Eru hartil heldur ikki rakt hart av fíggjarkreppuni, og er búskapurin tí eisini væl fyri at taka móti nýggjum avbjóðingum.

Heldur ikki í Føroyum eru nakrar umberingar fyri, at útseta málið um einar sjálvstøðugar Føroyar ár eftir ár.

Sjálvandi eiga vit at taka avgerð í hesum týðandi máli ??? einaferð enn - tí verandi ríkisrættarliga ???hvørki-støðan???, ið Føroyar eru í, er ein ótolandi fyribilsstøða, ið setur kílar í føroyska samfelagið. Kílar, ið vit eiga at fáa burtur, og bert fáast burtur við, at taka stigið, fremja eina fólkaatkvøðu og skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land.

Samgongan velur sambandskós
Meðan rákið gongur móti, at alsamt fleiri fólk og lond gerast sjálvstøðu, so hevur núverandi leiðsla landsins tíverri valt at ganga beint ímóti streyminum. Hetta verður gjørt við at fremja ein meira víðgongdan sambandspolitikk nú enn nakrantíð: Blokkurin er hækkaður. Landsbanki Føroya er avtikin. Búskapargrunnur Føroya er tømdur. Og ongin heimtøka av ábyrgd verður framd - sjálvt einasta heimtøkan av ábyrgd ??? útlendingaøkið ??? er nú slept.
Hesin politikkur hevur - saman við eini miðvísari undirgravan av álitinum á politisku skipanina ??? vent føroysku skútuni burtur av sjálvbjargniskós. Men bert eina stutta stund.

Drívmegin kemur úr fólkinum
Tí hetta er skjótt at broyta. Tað sóu vit í 1946, og tað sóu vit aftur í 1998 tá fullveldissamgongan stjórnaði landinum. Og tað kemur heilt skjótt aftur ein stjórn, ið beinanvegin fer at rætta kósina, so føroyska skútan aftur fer at seta kós móti einum sjálvstøðugum Føroyum.
Tað er tó ongin ivi um, at tað er í fólkinum, at viljin og styrkin til broyting fyrst og fremst er.

Um fólkið vil broyting ??? so fer politiska skipanin altíð aftaná. Tí er tað eitt stórt ynski, at vit fara at síggja støðugt sjónligari ynski um og vilja til frælsi og ríkisrættarliga broyting kring allar Føroyar.

??ll vilja menning ??? men hvussu við broyting?
Eitt orðatak sigur: ???øll vilja menning, men ongin vil broyting???. Hetta er ein tvístøða, ið ger, at hóast broyting skal til fyri at skapa menning, so vilja tað altíð verða nógv, ið ræðast broytingina, og tí velja bæði broyting og menning frá. Tá broytingin er framd, og menningin sæst í verki ??? ja, so er breiður meiriluti oftast fyri hesum.
So hevur verið í øllum teimum málum, har Føroyar og føroyingar hava vunnið sær størri rættindi ??? í málstríðnum, flaggstríðnum, stríðnum fyri at víðka fiskimarkið og at vinna ræðið yvir undirgrundini o.s.fr. Hetta eru allar broytingar og menning, sum stórt stríð var um, men sum vit í dag standa saman um.

So verður eisini tá vit skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land.

Hava vit ikki bíðað nóg leingi?
Eins og skotar seta sær fylgjandi spurningar, so eiga vit eisini at gera tað:
Um ikki vit ??? hvør ?
Um ikki nú ??? nær ?

Eins og í Skotlandi, so er tíðin fyri langari tíð síðan komin til, at føroyingar sleppa á fólkaatkvøðu, at taka avgerð um, hvørt Føroyar og føroyingar framhaldandi skulu stjórnast av øðrum ??? ella um vit skulu taka fulla ábyrgd av egnum landi og fólki.

Hvørjum bíða vit eftir?

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder