Tað sást ikki aftur at AB dagliga spælir í EFFO-deildini, og 07 Vestur spælir í 1. deild.
Liðini byrjaðu sera javnt, men tað var AB, ið kom á odda seint í fyrra hálvleiki, tað gjørdi teir við einum máli frá Álvi Christiansen, sum skoraði eftir 38. min. hálvleikstøðan var 0-1 til AB.
Seinni hálvleikur var eisini sera javnar, og bæði liðini høvdu kjansir, ið tey helst átti at havt skorað uppá, men eftir 87. min. fekk AB straffi, og tað umsetti Dmitrije Jankovic sikkurt til mál. Nú hildu tey flestu at dysturin var avgjørdur, men bert tveir minuttir seinni, fekk 07 Vestur straffi, sum Holgar Durhuus skoraði uppá, til støðuna 1-2 til AB.
Langt inn í yvirtíðina, hildu tey flestu at 07 Vestur var snýtt fyri straffi, tá Beinir Ellefsen helt í arminum hjá Holgari Durhuus, soleiðis at hann ikki kláraði at koma til bóltin. Á seinastu myndini í myndasavninum ber til at síggja tað.
Endaliga úrslitið gjørdis at EFFO-liðið av Argjum vann 2-1 í Sandavági.
Sí eisini: Giza/Hoyvík vann 3-0 á MB - myndir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald