AB vann 2-0 á 07Vestur í dystinum á Argjum í kvøld. AB hevur samstundis otað seg upp á 7. pláss í Effodeildini.
AB legði fyri sum eitt óløgi, teir komu á odda longu í 3. minutti við máli sum Jaspur Kjærbæk stóð fyri - her kann nevnast, at 07Vestur í ár hevur latið 12 mál inn áðrenn 8 minuttir eru leiktir, tað eigur at geva teimum okkurt at hugsa um.
Tá ið uml. ½ tími var leiktur, skallaðu Tór Ingar og Soren Angel høvdini saman, báðir fóru út, men Tor Ingar kom inn aftur eftir at verða lappaður saman. Tað at Soren Angel ikki kom inn aftur, sást skilliga á dystinum, teir seinastu minuttirnar av fyrra hálvleiki yvirtók 07Vestur spælið, og tað hildu teir á við ½ tíma inn í seinna hálvleik, um teir tá vóru eitt sindur hepnir, høvdu teir fingið mál, serliga var tað skotroyndin frá Eli Falkvard, sum endaði í einum viðleikara. Men so fekk AB mál til 2-0, tað stóð Rói Danielsen fyri, tá datt alt spælið hjá 07Vestur á gólvið, mótbrekkan gjørdist helst ov tung.
Urslitið gjørdist 2-0.
Støðan í Effodeildini.
1 HB 43
2 ÍF 33
3 EB/Streymur 25
4 B36 24
5 NSÍ 23
6 Víkingur 22
7 AB 21
8 KÍ 19
9 TB 16
10 07 Vestur 11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald