2016-04-02 19:30
Í dystinum, sum var leiktur í 1. deild á Dungasandi í dag, var ein heldur óheppin hending. Edmund á Borg Ferber (AB) og Martin Tausen (07 Vestur) runnu saman, og Edmund lá eftirá. Hetta fór fram miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og boð blivu send eftir sjúkrabilinum beinavegin.
JN.fo hevur tosað við venjarin hjá AB í kvøld, og hann sigur at Edmund hevur tað gott nú, men er stadvekk á Landssjúkrahúsinum. Og skal liggja til observatión til í morgin.
Tað vísti seg, at Edmund fekk ein snudd í høvdi, men tá sjúkrabilurin var komin til Sørvágs eini 10 minuttir seinni, var Edmund klárur aftur í høvdinum, upplýsir venjarin hjá AB fyri JN.fo í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald