2014-11-25 20:27
Tann árliga AB konsertin verður í ár í Miðvágs Kirkju komandi mikudag 26 november kl. 1700. Luttakarar eru allir næmingar í Musikkskúlanum í Vágum sum skullu upp í roynd á teirra ljóðføri. Royndarskipanin er úr Bretlandi og kallast ???The Associated Board of the Royal Schools of Music???
Tónleikararnir eru : Klara Johannesen á Tvørfloytu, Bjørg Bláberg á Trumpet, Lóa Andórsdóttir á Tvørfloytu, Jonn Rói Tórfinnsson á Saxofon, Malena Joensen á Tvørfloyta og Eyðvør Heinesen á Baritone.
Gestasolistur á konsertini verður trombone leikarin Maria Finsdóttir Andreasen úr Musikkskúlanum í Tórshavn. Hon fer millum annað at framføra verk eftir Georg Philipp Telemann og Christopher Mowat. Klaverfylgispælið hevur Birgitte Schnakenburg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald