Ítróttur

AA-deildin: Kyndil vann 22-18 á StÍF

...

2014-02-14 03:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Kappingin um 2. plássið í Atlantic Airways-deildini økist. Í kvøld hevði StÍF møguleikan at koma uppá 18 stig og harvið koma ájavnt við VÍF, sum tapti ímóti Neistanum í gjárkvøldið, men Kyndil vildi ikki sleppa strandingum, Kyndil vil við í kappingina um finalupláss í AA-deildini. Kyndil vann 22-18 á StÍF eftir at støðan var javnleikur 9-9 í hálvleikinum.

Í fyrra hálvleiki royndu strandingar at sleppa frá Kyndli, men Kyndil helt fast til hálvleik og sá út til at hava kreftir til seinna hálvleik.

Tað eydnaðist eisini hjá Kyndli í seinna hálvleiki - tá uml. 15 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki fekk StÍF brotskast, sum teir brendu og beint eftir tvær útvísingar. Tað gjørdi Kyndil sær dælt av, teir tóku leiðsluna og hildu fast um leiðsluna til seinasta bríksl - Kyndil vann 22-18 og hava nú 14 stig fyri 14 dystir, teir liggja beint aftanfyri StÍF, sum hevur 16 stig fyri 15 dystir.

Í vikuskiftinum verða tríggir dystir:

15.02.2014 18.00Klaksvíkar BadmintonhøllA152Team KlaksvíkNeistin
16.02.2014 16.00Ítróttarhøllin á SkálaA153StÍFVÍF
16.02.2014 16.00Ítróttarhøllin í KollafirðiA154KÍFKyndil
Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1KÍF144133377622
2VÍF154584104818
3H71154043861816
4StÍF15401408-716
5Kyndil14359366-714
6Neistin14364394-3012
7Team Klaksvík15389487-984

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder