Mentan

Á Rókini hava teir bæði tikið veðurlomb og klipping - myndir

...

2015-09-20 22:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í gjár vóru teir á fjalli á Rókini - Rókin er hagapartur, sum liggur ímillum hagapartarnar Slættanes og Oyrargjógv. Á Rókini eru uml. 70 áseyðir.

Teir tóku bæði veðurlomb og klipping, tilsamans tóku teir 57 seyðir, harímillum tveir veðrar. 

Skurðurin í ár verður heldi verri enn undanfarin ár, tað kemur av kalda várinum og kalda summarinum.

Rákarmenn fara at fletta hósdagin og leygardagin.

Vit tóku nakrar myndir, tá ið teir vóru komnir heim á Oyrargjógv.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder