JN

Á øllum fjøllum í Føroyum

...

2015-05-23 18:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

FYRILESTUR Í EIÐIS SK??LA:Á Facebook síðuni ???Fjallatúrar??? finst eitt yvirlit, hvør ið hevur staðið á øllum fjallatindum á teimum 340 skrásettu fjøllunum í Føroyum. Triðjur á listanum og ein teirra av 15 er eiðismaðurin Regin Ellingsgaard, ið er búsitandi í Svínáum.


Regin Ellingsgaard hevur, sum flestum kunnugt, staðið á øllum fjallatindum í Føroyum, ogtýskvøldið 26. mai kl. 20verður høvi at hoyra eiðismannin í miðhøllini í Eiðis skúla í sambandi við ruddingar- og útivikuna í Eiðis kommunu, tá ið hann kemur at halda ein fyrilestur fyri okkum.

Regin Ellingsgaard hevur havt sukursjúku í mong ár, men sjúkan var ongin forðing. Sambært samrøðu við Tórð Mikkelsen í útvarpinum í 2013, tá ið hann hevði framt bragdið, vildi Regin ikki prógva nakað sum so uttan tað, at tað er sunt at røra seg, og at fólk saktans kunnu røkka einum máli at náa upp á allar fjallatindar í Føroyum, hóast tey eru til gongu við eini insulin-pumpu.

Týskvøldið 26. mai kl. 20fer Regin Ellingsgaard at hava áhugaverdan fyrilestur og fer at greiða frá sínum túrum á fjøllunum í Føroyum, um avbjóðingarnar og um gleðina at røkka sínum máli. Regin Ellingsgaard hevði fyri stuttum fyrilestur í Sunda bókasavni, og talan er um sama fyrilestur, ið hann nú fer at hava í síni heimbygd í sambandi við ruddingar- og útivikuna.

Um áhugi er fyri at hoyra samrøðuna???Á øllum fjøllum við insulinpumpu???, tá ið Tórður Mikkelsen hitti Regin Ellingsgaard stutt eftir, at hann hevði nádd sínum máli, kanst tú hoyra samrøðuna her.

Vit síggjast týskvøldið 26. mai kl. 20 í miðhøllini í Eiðis skúla.

Kelda: Eiðis kommuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder