2015-08-26 20:19
Fríggjadagin 21. august 2015 vóru vit á fjalli á Búnaðarstovuni. Hetta fjallið var ein liður í skrásetingini í seyðahaldinum, sum vit byrjaðu fyri nøkrum árum síðani, og ætlanin við hesum arbeiðinum er fyrst og fremst at fáa hagtøl til vega, sum kunnu vera til hjálpar hjá bóndum og røktingarmonnum, og annars øllum, sum fáast við seyð.
August er ikki vanlig fjalltíð, men hetta fjallið kann geva okkum svar uppá ymsar spurningar. Um vit halda fram at viga í august, fáa vit eina mynd av, hvussu nógv lombini tyngjast seinastu vikurnar undan fletting. Tað kann vera hent at vita hjá teimum, sum fletta tíðliga at selja feskt, fyri at kunna áseta rættan søluprís. Vit máta hita og avfall á Búnaðarstovuni, og tá hesar seyðaskrásetingarnar eru gjørdar í fleiri ár, fáa vit væntandi eina greiða mynd av, hvussu nógv veðrið ávirkar vektina.
Vit skulu sjálvandi vera varin við at gera endaligar niðurstøður, inntil vit hava endurtikið skrásetingarnar í fleiri ár. Vit mugu brúka vit og skil og taka fyrivarni og taka tey fyrstu úrslitini sum ábendingar.
Niðanfyri eru nøkur lyklatøl frá vigingunum.
Kelda: www.bts.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald