Í summar taka væntandi 98 lesandi prógv á Fróðskaparsetri Føroya ??? 95 taka bachelorprógv og 4 masterprógv: 25 lærarar, 21 námsfrøðingar, 21 sjúkrarøktarfrøðingar, 20 frá Søgu- og samfelagsdeildini, 4 frá Føroyamálsdeildini og 7 orku- og umhvørvisverkfrøðingar. Harumframt hava 22 lokið prógv síðani seinastu prógvhandan, og verða hesi eisini hátíðarhildin til prógvhandanina.
Í hesum sambandi verður prógvhandan fríggjadagin 24. juni kl. 10.00. Prógvhandanin verður í Norðurlandahúsinum eins og undanfarin ár, og Sigurð í Jákupsstovu fer at handa prógvini.
Á tiltakinum, sum er alment, fara Lena og Niclas at syngja og spæla, Silja Aldudóttir heldur røðu vegna tey lesandi, og Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele heldur gestarøðuna.
Skráin:
10:00 Rektarin, Sigurð í Jákupsstovu, bjóðar vælkomin og heldur røðu
10:05 Umboð fyri tey lesandi heldur røðu ??? Silja Aldudóttir
10:15 Tónleikur ??? Lena og Niclas
10.25 Prógvhandan
10:55 Gestarøða ??? Jan Ziskasen, stjóri hjá Føroya Tele
11:10 Rektarin takkar fyri og bjóðar til ábit
11:15-12:00 Myndatøka og ábit
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald