Ítróttur

98 lið við til Intersport Summar Cup

...

2016-07-01 08:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tilmeldingarfreistin til Føroya størsta fótbóltstiltak, Intersport Summar Cup 2016, endaði hóskvøldið, og tá freistin fyri tilmelding var úti høvdu ikki færri enn 98 lið tekna seg til kappinga.

- Vit eru sera glað fyri, at so nógv lið hava tilmelda seg. Hetta staðfestir, at fólk hava tiki tiltakið til tín og hetta verður vónandi ein fastur partur av føroyska summarinum, sigur Andrass Thomsen, samskipari hjá B36.
Hetta er triðja árið á B36 skipar fyri Intersport Summar Cup, og er luttakara talið voksið frá 50 liðum í 2014 til 65 lið í 2015 og nú 98 lið í 2016.
- Vit fara nú undir at leggja kappingarskránnar tilrættis og vera hesar kunngjørdar í vikuskiftinum, leggur Andrass Thomsen aftrat.
Hóast tilmeldingarfreistin er farin, so er møguligt hjá einstøkum liðum at melda til. Hetta er fyri, at kappingarskráin betur skal passa saman.

At enda vilja vit fegin takka øllum, ið hava tilmelda seg kappingina, og gleða vit okkum til at bjóða tykkum vælkomin í Gundadali og á Tórsvølli leygardagin 9. juli 2016.

--
Vinarliga  B36

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder