Nógv kjak hevur tikið seg upp, á teimum sosialu miðlinum seinastu dagarnar. Tað kjaki er um, er um VB og Kyndil eiga at spæla mikukvøldið, ella í vikuskiftinum.
Kappingarnevndin hjá HSF boðaði í nátt frá, at dysturin millum VB og Kyndil skal spælast fríggjarkvøldið, soleiðis at kyndilskvinnurnar sleppa frá at liggja nátt í Suðuroy.
Heri Árnason Simonsen, byrjaði í gjár uppá eina spurnarkapping á Facebook bólkinum "Hondbóltkjak", har hann spyr tveir spurningar. Tann fyrra ljóðar soleiðis "VB og Kyndil eiga at avgreiða seinnu hálvfinaluna mitt í viku", og seinni ljóðar soleiðis "VB og Kyndil eiga at avgreiða seinnu hálvfinaluna í einum vikuskifti".
Klokkan 11 í dag, vísti tað seg, at 93,46% av teimum spurdu stuðla VB, og bert 6,54% av teimum spurdu stuðla Kyndli. Klokkan 11 í morgun høvdu 260 fólk svarað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald