Í Fuglafirði grør um gangandi fót - har eru uml. 1.500 íbúgvar og mett verður, at tað eru umleið 900 arbeiðspláss í Fuglafirði.
Vit hava tosað við ein av stóru vinnulívsmonnunum í Fuglafirði, hann metir, at tað eru umleið 900 arbeiðspláss í Fuglafirði, tey allarmestu eru í framleiðsluvinnuni - bara á havnaøkinum liggur talið um 400 arbeiðspláss.
Fyri at nevna nøkur úr rúgvuni - Pelagos, Havsbrún, Bakkafrost, Vónin, JK-Hydrualik, Bader og JT-Eletric umframt ein rúgva av øðrum arbeiðsplássum s.s. handlar, skúlar o.o.
Fólkatalið:
Fuglafjarðar kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna tann 01. august 1918 eftir at bæði løgting og landsting høvdu tikið erdaliga avgerð. Tá kommunan gjørdis sjálvstøðug var fólkatalið 624, umfatandi bygdirnar Fuglafjørður og Hellur. Grundað á stórt vinnuligt virksemi vaks kommunan skjótt, so fólkatalið í 1930 varð 780, í 1942 976, í 1950 1227, í 1960 1267, í 1970 1380 í 1980 1599, í 1990 1643, í 2000 1547 og í 2005 1567.
BúsetingFyrstu tekin um búseting í Fuglafirði fingust í 1956, tá ið grivið varð út fyri eini hoyggjhúsgrund heimi á Oyruni. Komið varð niður á eina húsatoft við fjósi. Við at grava longur niður, kom til sjóndar, at 5 hús høvdu staðið oman á hvørjum øðrum á somu grundini, og hvørt var avtoftað eftir annað. Kanningar vístu, at tey elstu húsini vóru frá víkingaøld, um á 950 - 1050.Í 1781 eru 4 býlingar í Fuglafirði. Við Gjógvara, Við Garð, Í Toftum og á Áargarði. Miðskeiðis í 1800-talinum og frameftir komu býlingarnir Á Trøðni, á Bakkanum og á Høvdanum. Í 1920-árunum vóru allir vóru allir býlingarnir samanvaksnir. Í 1940-árunum komu býlingarnir í Rossagerði (í neðra), í Fløtugerði og vestur á Horn, og frá 1970-árunum hevur verið bygt á Bjarnafløtum, í Toftabønum og Norður í Bø.Við fyrstu fólkateljingina í 1801 búðu 128 fólk í Fuglafirði. Fólkateljingin í 1901 sigur frá, at tá búðu 325 fólk í Fuglafirði. Hundrað ár seinni (2001) búgva 1547 fólk í Fuglafirði. Í dag 2006 liggur talið um 1700 fólk í Fuglafjarðar kommunu. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald