Ítróttur

8-mannafør - Heiðabáturin vann við einum sekundi

...

2015-06-21 01:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Aftur í dag stóð kappingin millum Heiðabátin og Argjabátin - Tofta Regin hevði eisini ein góðan róður í dag.

Allir bátarnir fylgdust væl, Heiðabáturin legði seg framum, tá ið 2-300 metrar vóru eftir.

Heiðabáturin kom fyrstur um málstrikuna við tíðini 4.36.02 og bert eitt gott sekund aftaná kom Argjabáturin við tíðini 4.37.14, Toftaregin hevði tíðina 4.40.19.

8 mannafør
1Heiðabáturin04:36.02
2Argjabáturin04:37.14
3Tofta Regin04:40.19

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder