
Hagstovan skrivar:
Í apríl í ár vóru 845 milliónir útgoldnar í lønum. Sama mánað fyri ári síðani vóru 791 milliónir útgoldnar. Gongdin í lønargjaldingunum , sum er lýst við trendinum, vísur ein støðugan vøkstur síðani síðani 2014.
(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)
Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini. Í apríl var parturin hjá monnum 510 milliónir og 335 milliónir hjá kvinnunum.
(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar. Flestu lønirnar vera útgoldnar í almennu - og privatu tænastuvinnununum, sum saman telja sløk 70% av lønunum tilsamans.
(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)
Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar hjá løntakarum eftir bústaðarøki.
Dagførdu lønartølini við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum.
Stutt um lønargjaldingarnar
Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí.
Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.
Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar
Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og ??tilskilað v.m.
Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting
Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.
Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald