2015-08-26 18:59
Í juli 2015 var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið av fulltíðararbeiðsleysum 818, svarandi til 3,0%. Tað eru 38 fleiri enn mánaðin frammanundan. Hjá monnum var arbeiðsloysið 2,3% og hjá kvinnum 3,8%.
Seinastu tríggjar mánaðirnar hevur arbeiðsloysið sveiggjað um 3%. Í mai var tað 3,1%, minkaði so til 2,9 í juni og vaks so aftur til 3,0% í juli.
Arbeiðsloysistølini eru dagførd fram til og við juli 2015, og eru nú tøk í hagtalsgrunninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald