2015-10-05 15:34
Umstøðurnar til orku depilin í føroyskum vinnulívi gerast enn betur. Runavíkar kommuna hevur gjørt ætlan fyri at byggja 80.000 fermetrar av nýggjum øki til havna- og vinnuendamál.
-Samanspælið millum havnarlag og øki til vinnuna er sera umráðandi fyri nógv av virkseminum, sum fer fram við Skálafjørðin. Samstundis økist eftirspurningurin eftir tænastum frá Runavíkar Havn, eins og tørvurin á økjum til vinnufyritøkur, ið ynskja at liggja tætt við havnarøkið og tætt við býardepilin, økist.
-??tlanin fevnir, umframt víddina uppá 80.000 m2, um 800 m av atløgusíðu, við dýpi uppá 12-15 metrar. Eisini verður ein rampi, har stór ferðamannaskip og ferjur kunnu leggja at.
-Fyrsti partur av útbyggingini verður samanbinding av Beta-bryggjuni og olju-brygguni, ið gevur 200m av atløgusíðu. Hetta arbeiðið verður ætlandi gjørt í 2016 og 2017.
-Víðari arbeiði verður gjørt í stigum komandi árini, so hvørt sum tilfar frá undirsjóvartunlinum verður tøkt.
-Umframt hetta, so eru stórir møguleikar fyri útbygging á Skála og í Søldarfirði, og hesum arbeiðir Runavíkar kommuna eisini við í løtuni.
Kelda: Runavíkar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald