Mentan

8.004 harur skotnar í 2014

....

2015-01-02 23:15 Author image
placeholder

 Nú hevur Eyðvinn Magnussen aftur dagført tølini viðv. haruskjóting.

Nú harutíðin er liðug, eru 8.004 harur skrásettar at verða skotnar í Føroyum á 879 túrum.

Hetta vísir ein fyribils samanteljing, men enn mangla nørkur tøl

 

??TIHAGIN Á BGJ??RGUN BESTUR

Raskastir hava teir verið í ??tihaganum á Bjørgum í Vestmanna. Teir hava skotið 214 harur á 11 túrum. Teimum á baki koma tveir hagar, har teir hava skotið 202 harur í hvørjum haga:  Sjeyndir í Tjørnuvík, har teir hava verið 12 túrar  og Neshagi í Vestmanna, har teir hava verið 14 túrar.

Fyrivarni skal tó takast í hesi samanteljingin, tí kanska eru ikki øll tølini komin inn. Í Norðurtriðingur, Norðaripartur í Sørvági, siga teir, at teir hava skotið 203 haru, men bert 193 eru skrásetta á listanum, so kanska er onkur túrur hjá teimum, sum ikki er skrásettur  enn

 

Ein fyribils uppteljing vísir, at átta teimum raskastu hava higartil verið:

Hagapartur

Bygd

Samlað tal av harum

Tal av túrum

??ti í Haga á Bjørgum

Vestmanna

214

11

Sjeyndir (Norðan Kamb)

Tjørnuvík

202

12

Neshagi (Norðurnesið)

Vestmanna

202

12

Norðurtriðingur, Norðaripartur

Sørvágur

193

13

Dalhagi, Eystaripartur

Vestmanna

156

4

Yviri á Skarðhamri

Hvannasund

152

6

Heimaraleiti

Miðvágur

151

21

Brekkurnar

Vestmanna

140

11

Íalt

 

1.410

92

 

 

VESTMENINGAR  RASKASTIR

Men raskasti eru vestmenningar. Av teimum átta bestu hagunum eru teir  fýri í Vestmanna

Raskastir hava vestmenningar verið. Av átta teimum bestu haruhagunum, eru teir fýra í Vestmanna.

 

Mynd hjá Eyðfinn Magnussen.

Myndin vísir talið av harum ( ?????? ), sum eru skotnar hvønn dagin í veiðutíðini, frá

3. november til 31. desember 2014, og hvussu nógvir túrar eru gjørdir teir einstøku

dagarnar (- - - - - ). ??rslitið fyri 2014 (reyðu linjurnar) er samanborið við 2013

(bláu linjurnar

 

 

Enn mangla helst onkur tøl. Eg fari tí at heita á harumenn at senda mær tey seinastu tølini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder