Ítróttur

8. umfar av FM-kappingunum í dart var í Miðvági 4. februar

...

2017-02-06 13:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

34 menn og 5 kvinnur vóru við í kappingini.

Menn

Eins og undanfarnu kappingar hjá monnum, sást beinanvegin, at nakrir av høgt stykismettu spælarunum høvdu trupulleikar í bólkaspælinum. Av teimum 8 styrkismettu spælarunum, vóru tað bert Oddfinn Hansen og Hans Eivind Olsen, ið megnaðu at vinna bólkin. Flestu av hinum endaðu á øðrum plássi og megnaðu hóast alt at koma í A-bólkin, meðan Jann í Giljum og Allan við Rætt máttu í B-bólkin saman við øðrum sterkum spælarum, sum t.d. Jón Johansen og ??lavi Ellingsgaard. Serliga merkisvert var, at Magne Thomassen úr VDF vann allar dystirnar í sínum bólki. Hetta merkti, at Remy G. Hansen mátti út í umspæl, fyri at tryggja plássi í A-bólkinum. Í sama bólki hendi eisini tað sjaldsama, at Hans Emil Haraldsen hevði heilar 5 útgangir yvir 100. Veteranurin Heri Kallsoy úr Stráluni megnaði at vinna allar dystirnar í sínum bólki, sum merkti, at Petur Thomsen, eins og Remy, kom víðari sum 2'ari.

B-bólkurin

Í B-bólkinum kláraðu menninir frá VDF seg væl. Jón Johansen, Jan Erik Fjallstein og Jógvan Joensen høvdu saman við ??lavi Ellingsgaard úr Pílar & Skot spælt seg trygt til hálvfinalurnar. Jón og Jan Erik vunnu hálvfinalurnar trygt, og hittust í einari spennandi finalu, sum Jón vann 4-3.

A-bólkurin

At styrkismettu spælararnir kláraðu seg illa í bólkaspælinum, gav heldur óvæntaðar samansetingar í 1/8-finalunum. Hans Eivind Olsen, rendi seg beinanvegin í Remy G. Hansen, sum hevði fingið hækkað um støðið og vann 4-0. Magne Thomassen var fyri fyrstu ferð í A-bólkinum, men megnaði ikki at halda støðið frá bólkaspælinum og tapti heldur óvæntað móti Gudmundi Djurhuus, ið var við til FM-kapping fyri fyrstu ferð.

Í 1/4-finaluni var mest spennandi dysturin millum Boga Isaksen og Remy G. Hansen. Ein sera tættur dystur, har Bogi Isaksen megnaði at finna góða spælið frá undanfarna kappingarárið fram aftur. Bogi vann spennandi dystin 4-3.

Bogi møtti í hálvfinaluni Esmar Mikkelsen, ið hevði spælt væl allan dagin. Men Bogi var tann stinnari og vann greitt 4-1. Í hinari hálvfinaluni hittust Jens Albert Simonsen og Petur Thomsen, ið var favorittur, at vinna alt, nú Remy var útsligin. Petur kom eisini á odda 2-0, men so vendi dysturin, tá Jens Albert fór at kasta eftir 19 í staðin fyri 20. Jens Albert vann næstu 4 settini og tryggjaði sær heldur óvæntað finaluplássið, við 4-2 sigri.

Í finaluni fylgdust Jens Albert og Bogi til 3-3, men so megnaði Jens Albert ikki at fylgja við longur. Bogi helt á við góða spælinum og vann finaluna 5-3.

Beinleiðis CUP

Seinna kappingin hjá monnum er cup-dystir allan vegin uttan nakra styrkismeting, og tá spyrjast altíð áhugaverdir dystir burturúr beinanvegin. Til dømis hittust Bogi Isaksen og Petur Thomsen longu í 1/16 finaluni, Petur vann 4-2.

Í 1/8 finaluni hittust Hans Eivind og Remy aftur og aftur hesaferð var Remy drúgvari, hann vann 4-1. Esmar Mikkelsen gjørdi aftur um seg og vann 4-2 á Oddfinni Hansen

Longu í 1/4 finaluni hittust favorittarnir Remy og Petur. Remy vann trygt 4-1. Jan MacIntosh vann 4-1 á Esmari. Hinar báðar 1/4-finalurnar vóru reinar VDF uppgerðir. Jens Albert vann 4-1 móti Jan Erik Fjallstein, meðan Jón Johansen mátti finna stórspælið fram, áðrenn hann kláraði at vinna Jógvan Paula Joensen 4-2. Báðir høvdu sera nógv køst yvir 120.

Í hálvfinaluni vann Jan rímiliga greitt 4-2 móti Jens Albert. Remy vann 4-1 móti Jón í einum dysti, har báðir spældu sera væl, men Remy hevði munin alla tíðina. Finaluna vann Remy 5-2 og tey flestu settini vóru undir 20 pílar.

Kvinnur

Hjá kvinnunum vóru bert 5 leikarar við hesaferð. Í finaluni hittust Gunnbjørg Dam og Annika Joensen. Tær høvdu báðar vunnið hálvfinaluna 3-1 móti ávíkavist Birthe Sikivat og Terju ??sá. Gunnbjørg vann trygt finaluna 4-1.

Gunnbjørg Dam var aftur í finaluni í seinnu kappingini eftir at hava vunnið 3-1 á Terju ??sá í hálvfinaluni. Hin finalisturin var Eyðna Olsen. Hon hevði vunnið hálvfinaluna 3-1 móti Vivian Andersen. Heldur ikki í hesi finaluni lat Gunnbjørg nakran iva verða um, at hon er "the grand old lady" í føroyskum darti. Gunnbjørg vann finaluna 4-2.

Kongshavnar Dartfelag skipar fyri næstu kapping, ið verður 25. februar.

??rslit:

Menn A-bólkur

1. Bogi Isaksen (KDF)

2. Jens Albert Simonsen (VDF)

3. Esmar Mikkelsen (Pílar & Skot)

3. Petur Thomsen (Tofta Dart)

Hægst útgang: Hans Emil Haraldsen 130

Fæst pílar: Bogi Isaksen 16

Menn B-bólkur

1. Jón Johansen (VDF)

2. Jan Erik Fjallstein (VDF)

3. Jógvan Joensen (VDF)

3. ??lavur Ellingsgaard (Pílar & Skot)

Kvinnur (kapping 1)

1. Gunnbjørg Dam (VDF)

2. Annika Joensen (Team Sandoy)

3. Terja ??sá (KDF)

3. Birthe Sikivat (HDF)

Hægst útgang: Gunnbjørg Dam 77

Fæst pílar: Birthe Sikivat 25

Menn beinleiðis cup

1. Remy G. Hansen (Kongshavn)

2. Jan MacIntosh (HDF)

3. Jens Albert Simonsen (VDF)

3. Jón Johansen (VDF)

Hægst útgang: Jens Albert Simonsen 140

Fæst pílar: Esmar Mikkelsen 16

Kvinnur (kapping 2)

1. Gunnbjørg Dam (VDF)

2. Eydna Olsen (Team Sandoy)

3. Terja ??sá (KDF)

3. Vivian Andersen (HDF)

Hægst útgang: Vivian Andersen (HDF) 88

Fæst pílar: Vivian Andersen (HDF) 27

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder