2015-03-16 02:12
VÍF tók í dag móti Neistanum í Atlantic Airways deildini. VÍF berjist fyri einum FM-finalu plássi, og Neistin hevur so at siga einki at spæla fyri.
Liðini fylgdust væl fyrstu 10. min. tá var støðan 5-4 til heimaliðið. Eftir tað fekk VÍF sær eini 4-5 málsleiðslu, sum teir eisini hildu til hálvleiks, VÍF kundi fara til hálvleiks við einari føring uppá 4 mál, 20-16.
VÍF rann beinavegin frá Neistanum í seinna hálvleiki, eftir 10. min av seinna hálvleiki var støðan 27-20, og liðini blivu við at fáa nógv mál, sum endaði við at VÍF vann 41-31 á Neistanum.
Hjá VÍF var tað Filip Jojic ið fekk flest mál, hann fekk 14 mál, og hjá Neistanum var tað Terji Mørk og Tommy Fletcher ið báðir fingu 7 mál í part.
Støðan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald