Mentan

70-ára hátíðarhald fyri Anniku Hoydal

...

2015-11-17 19:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

70 ÁRA HÁTÍÐARHALD FYRI ANNIKU HOYDAL Í REINSARÍINUM

Havnarkvinnan, sangarinnan og sjónleikarinnan Annika Hoydal fyllir 70 ár og í hesum sambandi verður hátíðarhald fyri henni á Reinsarínum í Havn.

Tað er spælistaðið í Tórsgøtu, ið velur at heiðra hesa mentunarkvinnu, ið hevur ríkað okkum so nógv mentarnliga í so nógv ár.

Annika hevur sum solistur, í Harkaliðnum, á filmi og á palli verið ein stór íblásturskelda hjá føroyskum listafólki, umframt, at hennara dirvi og málrættaði hugburður, hevur verið ein viti fyri listafólk, ið ynskja at klára seg innan yrkislist í útlandinum, so hoyrist hennara serligi framburður av sangi, aftur hjá fleiri av okkara fremstu songkvinnum.

Annika er hóast tey sjeyti árini enn háaktuell við spildur nýggjari tónleika útgávu.

Hátíðarhaldið er alment og er hósdagin tann 19. nov. kl 15.00, og øll eru vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder