Vinna

70-ára fráfaringaraldurin hjá tí almenna.

...

2019-04-01 22:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Áheitan á Rættarnevndina og Løgtingið

Ein bólkur hevur seinastu dagarnar samlað undirskriftir, har heitt verðurá Rættarnevndina og Løgtingið, at taka av 70 ára fráfaringaraldurin hjá tí almenna


Áður enn áheitanin verður latin løgtinginum, ætla vit at lata fólk fáa høvi at skriva undir áheitanina, verður sagt frá stigtakarunum.

Henda áheitan verður latin Løgtinginum í morgin hin 2. apríl ella í ovirmorgin hin 3. apríl frætta vit frá bólkinum.

Tey halda, at nú arbeiðsloysið er so lítið, er rætta løtan at taka av 70-ára fráfaringaraldurin hjá tí almenna, við avtøkuni kann roknast við, at fleiri av teimum eldru, eru áhugaði at arbeiða eftir at tey eru farin um 70-ára aldur.

Taki av 70 ára fráfaringaraldurin hjá tí almenna

ÁHEITAN á Rættarnevndina og Løgtingið

Viðv. Løgtingsmáli nr. 153/2018: Uppskot til løgtingslóg um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum

Fegnast verður um at aldur verður tikið við sum eitt mismunarkriterium í § 1 í hesi lóg.

Tikið verður fult undir við, at lóg verður samtykt, ið bannar mismuni og tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. At náa hesum endamáli er neyðugt, at hetta lógaruppskot verður broytt og betrað soleiðis, at lógin eisini fer at fevna um tey eldru á arbeiðsmarknaðinum.

Í viðmerkingunum til hetta lógaruppskot um at tryggja javnviðgerð og banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna aldur v.m. verður sagt, at ???Lógaruppskotið fylgir í stóran mun áseting-unum í donsku lógini um forskelsbehandling??? og ???at henda lóg er við til at tryggja, at vit hava ein nútíðarbæran arbeiðsmarknað við javnbjóðis rættindum til allar løntakarar???.

Hóast hesar jaligu viðmerkingar, er nærum onki í sjálvum lógartekstinum, ið bendir á, at ætlan landstýrisins er at tryggja javnviðgerð og banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum, tá umræður tey eldru á arbeiðsmarknaðinum.

Í lógaruppskotinum finst t.d. ongin lógargrein, ið ásetir, at 70 ára fráfaringaraldurin verður strikaður.

Hetta er sera undrunarvert, serstakliga tá havt verður í huga, at í viðmerkingum verður sagt, at hetta lógaruppskot í stóran mun fylgir ásetingunum í donsku lógini um forskelsbehandling.

Í Danmark var 70 ára fráfaringaraldurin settur úr gildi, við lóg hin 1. januar 2016, júst í donsku lógini um forskelsbehandling.Í donsku lógini um Forskelsbehandling verður í § 1. stk 1, ásett at øll, óansæð aldur, eru vard móti ???forskelsbehandling??? í sambandi við starvssetan og í sambandi við uppsøgn.

Samsvarandi áseting finst í § 3. stk. 1. í hesum lógaruppskoti nr. 153/2018, har tað verður ásett ???at arbeiðsgevarar hava skyldu at javnviðgera allar løntakarar og umsøkjarar til leys størv og mugu ikki gera mismun á løntakarum til leys størv í sambandi við starvssetan, starvsligar broytingar, uppsøgn, viðvíkjandi lønarkorum og arbeiðskorum og setanarviðurskiftum annars???.

Í § 3. stk 4, verður gjørt undantak frá høvuðsregluni í § 3. stk 1. Undantak, ið sigur: ???Hóast ásetingina í stk 1. forðar henda løgtingslóg ikki, at aldursmørk verða varðveitt, um tey fylgja av rundskrivi?????? Ásetingin í § 3 stk 4, hevur sostatt við sær at 70 ára fráfaringaraldurin hjá tí almenna, ið er ásettur í rundskrivi hjá Fíggjarmálaráðnum kann standa við og varðveitast. Við hesi lógargrein fær Landsstýrið heimild í lóg, at fremja mismun og ójavna tá umræður tey eldru á arbeiðs-marknaðinum.

Ásetingin í § 3. stk. 4, er greitt í stríð við endamálið við lógini, ið er at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum vegna aldur. ??? § 3. stk. 4 eigur tískil at verða strikað.

Eisini verður mælt til, at tað í hesum uppskoti til løgtingslóg um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum verður ásett.

???at øll, óansæð aldur, eru vard móti ???forskelsbehandling??? í sambandi við starvssetan og í sambandi við uppsøgn???.

og ???ikki er loyvt at gera mismun grundað á aldur , tí verður 70 ára fráfaringaraldurinstrikaður???.

Í kreppuárunum, tá nógv vóru arbeiðsleys, varð 67 ára fráfaringaraldur settur í verk í Føroyum. Orsøkin til hetta átak var fyrst og fremst, at landsstýrið vildi skapa rúmd fyri teimum ungu á arbeiðsmarknaðinum.

Nú tá vit onki arbeiðsloysi hava, eiga vit at fara øvugta veg og eiga at strika 70 ára fráfaringaraldurin hjá tí almenna. Stórur tørvur er á arbeiðsmegi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tey eldru hava breiðar royndir, vitan og førleikar, sum arbeiðmarknaðurin hevur brúk fyri.

Starvsfólk 70 ár og eldri, sum hava orku og hug at arbeiða, eiga at hava atgongd til arbeiðsmarknaðin javnbjóðis øllum øðrum á arbeiðsmarknaðinum. Verður starvsfólk sagt úr starvi, eigur uppsøgnin at vera objektivt og rímuliga grundað, og ikki grundað á ávísan aldur.

Tað almenna eigur at laga seniorpolitikk sín soleiðis, at tey eldru, ið hava drúgvar royndir á arbeiðsmarknaðinum, vitan og útbúgving fáa høvi, saman við arbeiðsplássinum, at avtala t.d. at arbeiða í niðursettari tíð ella at arbeiða við tillagaðum arbeiðsuppgávum.

Tórshavn, hin 28. mars 2019

Ingrid S. Henriksen

Bozena Rasmussen

Thordis Skaalum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder