Vinna

700 fleiri løntakarar enn fyri einum ári síðani

...

2016-06-14 12:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í mars vóru 25.245 løntakarar, árstíðarjavnað. Hetta er tað sama sum undanfarnu tveir mánaðir í ár. Síðan miðskeiðis í 2013 hevur gongdin verið ein javnur vøkstur, upp til eini 60 løntakarar um mánaðin, og sjálvt um talið hevur verið óbroytt seinastu mánaðirnar, so vísir trendurin framvegis, at tað leggjast eini 40 til 50 løntakarar til hvønn mánað.


Byggivinnan vaksin mest seinasta árið

Løntakaratøl eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaði, og tískil verður samanborið við sama tíðarskeið árini fyri. Tað er vøkstur í øllum høvuðsvinnubólkum. Í mars 2016 vóru 24.978 løntakarar, 704 fleiri enn í mars 2015. Framgongdin er 2,9%. Allir høvuðsvinnubólkur hava eina framgongd yvir 2%, undantikið byggivinnan, har vøksturin er tann størsti.

Í byggivinnuni vóru 3.477 løntakarar í mars, 228 fleiri enn fyri einum ári síðani. Framgongdin er 7%. Størsta talið var tó í 2007-08 við upp ímóti 3.900 løntakarum í byggivinnuni. So kom ein ógvislig afturgongd eftir fíggjarkreppuna, og enn er nakað eftir at koma upp hagar.
 

 

Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum

Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder