Politikkur

70 gestir á vinarbýarstevnu í Leirvík

...

2015-06-30 20:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Eysturkommuna skrivar:
Komandi vikuskifti (3.-6. juli) verður vinabýarstevna í Leirvík. Eini 70 gestir úr Íslandi, Noregi, Svøríki og Danmark koma higar í sambandi við stevnunua. Tað var í 2005 at gjørt varð av, at eitt Norrønt felag skuldi stovnast, og hesum felagi varð litið til at taka sær av vinabýarsambandinum hjá Leirvík. Síðan hava tær kommunur, sum hava verið við í vinabýarsamstarvinum, skifts um at skipa fyri stevnum.

Í ár er so fallið Leirvík, ella Eysturkommunu, í lut at skipa fyri. Evnið fyri stevnunua hesaferð er tónleikur. Í hesum sambandi er eitt lítið strúkaraorkestur við í ferðalagnum úr Svøríki, og millum norðmenninar, ið koma, eru tveir kirkjuorganistar. Men krúnan á verkinum verður helst, at tað gamla kenda gentukórið í Leirvík aftur fer at syngja.
Annars eru útferðir og savnsvitjanir á skránni hesar dagarnar. Lávusarhús fer at verða opið allar dagarnar, og har kunnu gestir og vitjandi annars keypa ymiskt, ið bundið og virkað verður í Leirvík. Har fáa fólk eisini kaffi og vaflur.
Bygdarfólkið hevur sýnt stóra vælvild í sambandi við at fáa hýst gestunum. Tað hevur eydnast, at fáa øllum innivist í Leirvík og Gøtu. Hesin háttur at hýsa gestum heima hjá fólki í bygdunum hevur víst seg at verið sera góður, tí mong norðurlendsk vinabond eru komin í lag, og mong hava vitjað hvør annan og notið blíðskap, hóast stevna ikki hevur verið hildin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder