Ítróttur

7 svimjarar hava í dag svomið frá Akrabergi suður á Flesjarnar

....

2017-08-31 22:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Erlendur Simonsen, Erling Høgnesen, Eyðun Húsgarð, Jón Hestoy, Leivur Dahl Michelsen, Niels Juel Arge og Erling Eidesgaard hava í dag svomið úr Akrabergi suður á Flesjarnar,

Teir fóru av Akrabergi kl. 18.40 og tveir tímar seinni høvdu teir nátt málið.

Teir skriva:

7 svimjarar og 6 km av sjabbi og sjaski, men fantastiskt at standa á turrum sunnast í Føroyum. Takk til Thorshavn við manning og fylgibátarnar hjá Helga Enni, Sigurð Gudmundsson og Marlon Kjærbo. Somuleiðis takk fyri góð ráð frá staðkendum heimildarfólkum. Myndir koma seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder