Vinna

682 milliónir í lønum í oktober

...

2015-11-09 16:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í oktober vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 682 mió. kr., sum er nógv tann hægsta lønin útgoldin í einum mánaða í ár. Seinasta árið hava lønirnar verið um 660 milliónir, men í oktober var skurðurin góður, framgongdin var yvir 2,5%. Trendurin, sum hevur at kalla verið flatur í ár, hevur nú fingið eitt sindur meira ferð á og vísir ein hóvligan vøkstur.

5,6% meira útgoldið í lønum higartil í ár
Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, so her verður árið higartil samanborið  við sama tíðarskeið árini frammanundan. Higartil í ár eru útgoldnar 6.534 milliónir kr. í lønum, tað eru 348 mió. kr. fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er 5,6%.

Stóri vøksturin í ár er í framleiðsluvinnunum. Í fiski- og alivinnuni eru 1,3 milliardir útgoldnar í lønum í ár, og tað eru 134 mió. fleiri enn í fjør. Vøksturin er 11,4%.
Byggivinnan hevur eisini trivaliga framgongd, higartil í ár eru 8,1% meira útgoldið.
Tænastuvinnurnar hava meira hóvliga framgongd, vøksturin har er 3,5%.

Hýrurnar lítla broyting í seinna hálvári
Lønirnar, skipaðar í vinnugreinar, vísa, at tað framvegis eru hýrurnar, sum hava størsta vøksturin. Higartil í ár eru hýrurnar 723 milliónir, tað er ein framgongd uppá 112 milliónir, sum svarar til ein vøkstur upp á 18,3%. Hýrurnar fyrra hálvár vóru munandi hægri enn sama tíðarskeið árið fyri, men seinastu tveir mánaðirnar hava hýrurnar verið á sama stigi sum árið fyri. Hetta merkir, at vøksturin er farin úr 25% niður í 18% seinastu mánaðirnar.

Í byggivinnuni er framgongdin yvir 10%. Byggivinnan hevur havt um 10% vøkstur alt árið, og tað tykist ikki, sum ferðin er dragnað.

Allar vinnugreinar hava framgongd, undantikið fígging og trygging, har ein lítil afturgongd er í ár.

Kvinnurnar eru við at javna
Av samlaðu lønunum fara 60% til mennirnar, meðan kvinnurnar fáa 40%. Fyrstu átta mánaðirnar í ár fór mesti parturin av framgongdini til mennirnar. Seinastu tveir mánaðirnar er hetta tó broytt. Fiskiskapur hevur ikki havt framgongd, meðan tey yrki, har kvinnur eru í meiriluta, hava havt ein javnan vøkstur alt árið. Hetta merkir, at nú er nakað tættari í framgongdini, sjálvt um mennirnar  framvegis eiga størsta partin av framgongdini.

Konufólk arbeiða í tænastuvinnum
Higartil í ár hava konufólkini vunnið 2,5 milliardir í lønum. Av  hesum eru næstan 90% vunnar í tænastuvinnunum. Kvinnurnar hava tilsamans fingið 2.223 milliónir í lønum frá tænastuvinnuni, meðan mannfólkini hava tjent einar 50 milliónir minni í tænastuvinnunum.

Hinvegin hava mannfólk forvunnið góðar 4 milliardir, 2 milliardir í ídnaðarvinnum og 2 milliardir í tænastuvinnum. Konufólkini eru nærum ikki til staðar í ídnaðinum, har tær bara hava forvunnið smáar 300 milliónir, bert 15% av tí, mennirnir vinna í ídnaðinum.

Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her:
http://www.hagstova.fo/talt-og-hagreitt/arbeidi/arstidarjavning

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder